Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í okkara grannalondum kunnu borgarar seta seg í samband við umhvørvismyndugleikarnar í sambandi við umhvørvistrupulleikar. Um okkurt er, sum nervar borgararnar har, so eru kommunurnar í parti við borgarunum og hjálpa teimum. Her hjá okkum er beint øvugt.

Tað sær tíverri út til at fleiri kommunur í Føroyum stríðast fyri at sleppa at halda fram við virksemi, sum er skaðiligt fyri fólk. Ístaðin fyri undanførslur, áttu tær at funnið brúkiligar loysnir umgangandi og vart sínar borgarar.

Eftir áralanga stríðið, sum fleiri fólk her á landi hava strevast við, og sum felagið Heimafriður í meira enn trý ár hevur varpað ljós á, hava kommunurnar nú sett eina reglugerð í verk, sum rættvísger, at tær sleppa at halda fram við umhvørvisskaðiligum virksemi.

Kommunurnar keypa nú síni egnu mátingartól og brúka sostatt ikki longur óvildugar mátingar. Margháttligi framferðarhátturin hjá kommununum er als ikki í samsvari við tað, sum kommunur vanliga arbeiða fyri, nemliga at syrgja fyri, at fólkið í kommununi hevur tað gott.

Kringvarp Føroya, sum veruliga hevur tikið hetta málið í álvara og hevur gjørt nógvar sendingar um trupulleikan, hevur eftir mínari meting í ov lítlan mun tikið heilsu- og umhvørvismyndugleikarnar við í kjakið.

Dømi frá Klaksvíkar kommunu
Hyggja vit á heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu, har eg sjálv búgvi, so síggja vit, at heilsunevndin hevur beinleiðis eftirlitsábyrd av umhvørvisviðurskiftum. Samstundis hevur heilsunevndin møguleika fyri at geva boð og seta í verk tiltøk til frama fyri betur heilsu- og umhvørvisviðurskiftum. Hóast tað, og at allir býráðslimir hava fingið óteljandi venanarbrøv frá borgarum, letst eingin um vón.

Eisini síggja vit á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, at øll skulu við fyriliti og varsemi fara um í náttúruni og einki gera, ið kann skaða, skemma ella gera nakrar ónáðir hjá øðrum. Hesum politikki fylgir kommunan ikki sjálv, hóast fólk í áravís hava bønað og biðið um eina loysn í sambandi við ljóðdálking.

Roykur og larmur
Í einari samstykt um umhvørvis- og orkupolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu, sum varð samtykt á býráðsfundi í desember 2017, stendur, at roykdálking er ein trupulleiki frá skipum, sum liggja við kai. Skip, sum liggja við kai og brúka ljósmotorarnar, eru mangan til ampa fyri borgarar við royki og larmi. Kommunan ætlar at brúka kommunufelagið at trýsta landið at gera felags treytir fyri kommunurnar viðvíkjandi larmi og royki frá skipum. Landstreymur er tøkur, og kommunan fer at virka fyri, at skip, sum liggja við kai, ikki brúka ljósmotorarnar yvirhøvur, tá ið vit skriva 2020.

Nú skriva vit 2022, og skilið er ongantíð verri enn tað sama. Ístaðin fyri at trýsta landið, setti Klaksvíkar kommuna saman við øðrum kommunum seg ímóti, at landsstýrið setti treytirnar. Kommunurnar hava sjálvar gjørt nógv umrøddu reglugerðina, sum tær hava uppfunnið við atliti til, at vinnuvirksemið við bryggjukantin kann halda fram á sama hátt, heldur enn at finna loysnir til besta fyri borgaran.

Meðan alt hettar ótíðarhóskandi virksemið fer fram, og kommunurnar tvíhalda um málið, sleppur umhvørvismyndugleikin sær undan ábyrgd. Landsstýrismaðurin hyggur tigandi at, meðan kommunurnar arbeiða ímóti sínum borgarum.

Í Ánunum 11. apríl 2022
Rúna Sivertsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo