40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Tølini frá konjunkturkanningini fyri juni eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Tær fimm kanningarnar eru gjørdar um hálvan juni og eftir at koronu-farsóttin hevði herjað í góðar tríggjar mánaðir, og kunnu hesar kanningarnar sammetast við kanningar gjørdar stutt áðrenn koronu-farsóttin kom til landið.

Hesaferð er treystitalið munandi lægri í mun til seinastu mongu kanningarnar. Onnur nýliga dagførd hagtøl vísa, í hvønn mun áleikandi altjóða heilsukreppan rakar føroyska samfelagið og búskapin, og júst gjørdu kanningarnar vísa, hvussu brúkarar og fyritøkur meta um fíggjarligu og búskaparligu støðuna og útlitini.

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið hevur ligið í støðugari legu seinastu trý til fýra árini, men er fallið frá 32 í januar til -16 í juni. Talan er um størsta fallið frá einari kanning til aðra hesi 14 árini, kanningarnar hava verið gjørdar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo