Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í eini tíð har spurnatekin vera sett við hvussu nógv kyn eru og har kenslur hava størri týdning enn fakta, hevur tað ongantíð verið meiri brúk fyri einari sterkari konservativari rødd.

Fólkið hungrar eftir konservativum røddum og tí eru menn sum Jordan Peterson og Andrew Tate sera populerir á sosialum miðlum.

Alt kann ikki vera til at kjakast um.

Tað eru nøkur virðir og viðurskifti, sum eru grundleggjandi og sum ikki kunnu bara vera skúgva til viks, bara tí onkur forvirra sál følir tað øðrvísi.

Alt kann ikki broytast við tíðini. 

Konservatisma í dag snýr seg ikki um, at ikki vilja broyting og menning í samfelagnum.

Í dag snýr konservatisma seg um at verja tey grundleggjandi virðini, sum hava bygt føroyska samfelagið og Vesturheimin upp og sum í dag eru hótt.

Vit mugu hava ein greiðan moral og etikk til at hava eitt vælvirkandi samfelag.

Eitt samfelag sum býggir á nøkur felags virðir so samstarvi og sambandi millum fólk kann virka best.

Beint nú eru vit í ferð við at kloyva samfelagið, har virðini hjá fólkinum eru so ymisk, at tað ikki ber til at samstarva og tosa saman.

Fólk fara í hvør sína skotgrøv og eingin vil flyta seg.

Tað er tann virðiskampurin vit síggja í løtuni har evnir sum abort, samkynd og ættleiðing eru á breddanum.

Men eisini grundleggjandi virðir, so sum at virða hvønn annan og at virða meiningum hjá øðrum, viknað.

Antin ert tú við mær ella ert tú ímóti mær.  

Einki kjak og eingin argumentatíon.

Tíverri torir vanligi føroyingurin ikki at tosa hart ímóti hesum Marxistiska rákinum, hóast tey ikki takað undir við tí.

Tey eru í tí hugsjónarligu miðjuni har man eggjar til samstarv og dialog og royna at hugsa pragmatiskt.

Tað eru tey, sum eru bulurin í samfelagnum og mugu tí ikki bara og sita hendur í favn, meðan føroyska virðisgrundarlagið spakuliga verður avviklað. 

Tað má og fer altíð at vera ein tørvur á sterkum konservativum røddum.

Rói Vestergaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo