40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Fært tú Korona, og sjúkan veruliga setur seg, kanst tú gerast álvarsliga sjúkur, og tað kann taka langa tíð at koma fyri seg. Soleiðis er støðan hjá ferðavinnuni nú.

Ferðavinnan er uttan iva harðast raktað vinnan av Korona. Tey fyrstu sjúkueyðkennini byrjaðu tíðliga, longu áðrenn 12. mars, tí Korona gjørdi fyrst um seg aðrastaðni, og hetta ávirkaði føroysku ferðavinnuna beinanvegin.

Síðani hevur alt ferðavinnuárið verið ein long sjúkralega, við einum lítlum glotta í juli, men so fór aftur at ganga skeiva vegin við herdum tilmælum, sum í allarstørsta mun ávirka møguleikan hjá ferðavinnuni at virka. 

Landsstýrið hevur frá byrjan heitt á Føroya fólk um at skikka sær væl og halda vælmeintu tilmælini. Tað hava vit øll gjørt, borgarar og fyritøkur, tí vit vilja verja hvør annan. Vit hava øll aktað væl, tikið ábyrgd og staðið saman og havt álit á, at landið sjálvsagt eisini vísir ábyrgd mótvegis okkum.

Hjálparpakki 1 var beinanvegin stáplaður á beinini og var ein sonn hjálp hjá fyritøkum og løntakarum í eini brádligari íkomnari farsóttartíð við stórari óvissu fyri framtíðini.

Síðani kom hjálparpakki 2. Nú stóð landskassin við rokningini, og treytirnar í hesum hjálparpakkanum vóru harðar. Endaliga uppgerðin vísir, at bert 5 mió kr. vóru útgoldnar í hjálparpakka 2. Landið hevði sett 80 mió. kr. av til henda pakkan.

Ferðavinnan stríddist fyri einum hjálparpakka til ferðavinnuna. Hann kom, men hann var bert galdandi til 31. august. Hetta hevði verið nóg mikið, um Korona spældi av á allarbesta hátt, men so bleiv ikki.

Ferðavinnan er nú í tí verst hugsandi støðu, at lítlar og ongar inntøkur hava verið í 2020, og tí má hjálparpakki 3 rættast fyri feilir og setast í verk galdandi frá 1. september – 31. mars, soleiðis sum Ferðavinnufelagið frá byrjan hevur víst á fór at vera neyðugt.

Samlað sæð hava Føroyar klárað seg væl gjøgnum Korona, og ráðini skuldu verið til at veitt eina hjálpandi hond til tey, sum hava brúk fyri tí, og sum eru harðast rakt av Korona.

Heilsuliga kunnu vit øll fegnast um, at handfaringin av Korona er ein sólskinssøga í Føroyum. Sera fáar innleggingar hava verið, og eingin hevur latið lív við Covid-19. Tað er ein góð støða fyri okkum øll.

Men Korona hevur kostað ferðavinnuni dýrt, so lat okkum taka tað seinasta takið í felag, harra løgmaður og Føroya Landsstýri. Vísið okkum, at eisini tit meina tað.

Støðan í ferðavinnuni er álvarsom, og vit síggja, at hjálparpakkar verða longdir í londunum kring okkum. Um føroyska ferðavinnan skal klára seg gjøgnum veturin og ikki hoknað undir í útreiðslum, so er neyðugt við hjálp. Ikki lán, men hjálp til at klára føstu útreiðslurnar til at bøta um torføru støðuna, ferðavinnufyritøkurnar eru í.

Fyritøkurnar hava lagað seg til nýggju støðuna. Fleiri av teimum heilt smáu hava lagt virksemið niður. Tær meira etableraðu fyritøkurnar hava tillagað virksemið so nógv sum møguligt uttan heilt at avmontera fyritøkurnar.

Tað hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna, at viðurkendar og sunnar ferðavinnufyritøkur yvirliva Korona. Tað hevur týdning, tá ið gongdin vendir, og fólk fara at ferðast aftur, at infrastruktururin í ferðavinnuni er varðveittur. Ferðavinnan er samansett av fleiri liðum, sum ikki kunnu standa einsamøll: flutningur, ferðaskrivstovur, gisting, matstovur, upplivingar, osfr.

Tað hevur tikið áratíggir at menna ferðavinnuna til tað støðið, sum hon var komin á áðrenn Korona. Nógvar av fyritøkunum, sum nú stríðast vegna Korona, eiga ein stóran lut í hesum arbeiði. Tær hava gjørt íløgur í ferðavinnuna og ment førleikar í vinnuni, tí tær hava trúð uppá, at ferðavinnan kundi gerast ein týðandi partur av føroyska búskapinum. Tað er ikki fyrr enn seinastu árini, at harða arbeiðið er farið at geva úrslit.

Ferðavinnufelagið vil tí mæla landinum til at hjálpa hesum fyritøkum við føstu útreiðslunum og rætta hjálparpakka 3 fyri feilir og leingja hann til 31. mars 2021, soleiðis at hesar fyritøkur kunnu verða við at føra okkum framá, tá ið gongdin vendir.

Tað hevði verið harmiligt, um sunnar ferðavinnufyritøkur fóru av knóranum bara vegna Koronu. Serliga tá ið restin av føroyska samfelagnum er so væl sloppið, at ráðini eru til at hjálpa hesi vinnu, sum ikki telur serliga nógvar fyritøkur, og sum var í einum menningarskeiði við sera góðum framtíðarútlitum, tá ið Korona rakti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo