Eitt av starvsfólkunum er smittað og tí gjørdu tey av at stongja víðagitnu michelin matstovuna Koks, sum heldur til frammi við Gjónna.
Tað skrivar Kringvarpið.
Matstovan verður stongd í 14 dagar, og ongin av gestunum seinastu dagarnar er í smittuvanda, upplýsir høvuðskokkurin, Poul Andrias Ziska.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo