40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nú komið er inn í seinastu vikuna, har potað verður á kommunalu potingarstøðini hjá kommununum í Vágum, er avgjørt at potingarstøðin verður í Skúlanum í Sørvági, tað sum er eftir av tíðini.

Potað verður:

  • Mánakvøldið 31. januar kl. 18.00 til 20.00

  • Mikukvøldið 2. februar kl. 18.00 til 20.00

  • Leygardagin 5. februar kl. 12.00 til 14.00

Parkering er við skúlan og niðri við Sørvágs kirkju. Gingið verður inn gjøgnum høvuðsdyrnar og út aftur í hinum endanum á skúlanum, út í garðin. Neyðugt er at minnast til at hava masku og at halda frástøðu.

Um onkur er, sum ikki kann ganga og má sita í bili, so koma starvsfólk út til bilin at pota.

Fyri at tað skal ganga skjótt fyri seg, og sum mest møguligt sleppa undan bíðirøðum, er tað av alstórum týdningi at møta til ásettu tíð sum man hevur fingið, og at hava strikkoduna/QR-koduna klárar tá møtt verður.

Leygardagin 5. februar er seinasti dagur at potað verður á lokalu potingarstøðini í Vágum, meir kann lesast um tað í greinini Seinastu potingarnar verða gjørdar leygardagin 5. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo