Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Prísirnir á sethúsamarknaðinum eru øktir fleiri staðni í landinum hetta fyrsta hálva árið, hóast Covid-19 kundi væntast at ávirka bjartskygnið hjá føroysku húsarhaldunum.

Serliga eru sethús uttanfyri Havnina seld fyri hægri prís fyrsta hálvár í 2020 í mun til miðalprísin í 2019. Hetta fyrsta hálvárið 2020 eru sethúsaprísirnir øktir við meir enn 10% í størru bygdunum og um 30% í smærri bygdunum og í Sandoy-Suðuroy samanborið við miðal 2019. Í smáu bygdunum og í Sand- og Suðuroynni eru tó lutfalsliga fáar sølur, og tí skal lítið til fyri at ein einstøk søla hálar miðalprísin upp.

Í miðstaðarøkinum lækkaðu sethúsaprísirnir í fyrsta ársfjórðingi, møguliga vegna óvissuni av koronasjúkini, og tí húsameklarar noyddust at steingja eitt tíðarskeið (sí mynd niðanfyri).

Hetta sæst eisini aftur í talinum av sølum; í Havnini var talið av sølum í 1. og 2. ársfjórðingi í 2020 eini 20% lægri, enn í sama tíðarskeiði árið fyri. Í øðrum ársfjórðingi lagaðu prísirnir seg tó aftur, og seinastu eygberingarnar vísa, at miðalprísurin nú nærkast 3,2 mió. kr. í Havnini. Tey dýrastu 5% av húsunum, ið eru seld í Havnini hetta fyrsta hálvárið, eru farin fyri meir enn 4 mió. kr.

Havast skal í huga, at prísirnir longu vóru øktir nógv frá 2018 til 2019. Sethúsaprísirnir vuksu við heili 25% í Havnini í 2019 í mun til árið fyri og tí er ikki óhugsandi, at ein tillaging kundi farið fram á sethúsamarknaðinum, uttan mun til um koronasjúkan hevði gjørt um seg.

Miðalprísurin fyri íbúðir í Havnini eru øktar við 400 túsund krónum hetta fyrsta hálvárið í mun til miðalprísin í 2019, sum var 2 mió. kr. Íbúðirnar í miðstaðarøkinum hava nú ein fermetraprís á nærum 28.000 kr., ið er eini 6.000 kr. hægri enn fermetraprísurin á sethúsum.

At sethúsaprísirnir eru øktir kring landið hóast koronasjúkan hevur gjørt um seg týður á, at eftirspurningurin eftir bústøðum ikki er minkaður, sjálvt um fleiri løntakarar, serliga innan privatu tænastuvinnuna hava verið ávirkaði av at samfelagið fór niður í ferð.

- Sum heild tykjast húsarhaldini ikki at vera so meint rakt fíggjarliga av koronasjúkuni. Tað kemur millum annað av, at inntøkugrundarlagið hjá fólki, ið hava verið heimsend vegna korona-tilbúgvingini, hevur verið tryggjað gjøgnum almennar hjálparpakkar og gjøgnum stuðul frá bankunum, ið hava bjóðað sínum viðskiftafólki avdráttarskáa. Hetta ger, at keypikraftin ikki hevur verið stórvegis broytt hetta fyrsta hálva árið í 2020. Hetta samsvarar eisini við seinastu brúkarakanning hjá Hagstovuni, ið vísir, at húsarhaldini ikki meta sína egnu fíggjarstøðu fara at versna, hóast útlitini fyri samlaða búskapin síggja verri út í treystikanningini hjá Hagstovuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo