40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kósin í Klaksvík seldi fyri stívliga 251 milliónir krónur í fjør. Tað er væl betri enn í 2018, tá sølan var góðar 218 mió kr og eitt kvink størri enn 2017, tá selt bleiv fyri 249 mió kr.

Hóast sølan setti met, og úrslitið uppá smáar 4 mió kr eisini var gott, so hevur tað mangan verið betri, eitt nú í 2015 tá 8 mió kr lógu eftir og í 2011 tá 9,6 mió kr lógu eftir.

Kósin eigur í øðrum fyritøkum, og úrslitið av kapitalpørtum hagani sæst eisini væl og virðiliga aftur. Í fjør var úrslitið av kapitalpørtunum 5,5 mió kr, og var sostatt orsøk til positiva úrslitið fyri árið hjá Kósini. Sama var í 2018, tá úrslitið uttan kapitalpartar hevði verið hall uppá áleið 4 mió kr. Dóttirfeløg hjá Kósini eru eitt nú Eystfelli, Klakkur, Grønanes og Northern Fish Cold Storage.

Fíggjarstøðan javnvigar við 184 mió kr og áleið helvtin, ella 90 mió kr, er eginogn.

Leiðslan væntar betri úrslit í 2020, og tað er umbygging og nútímansgerðini av virkinum fyri at takka. Virkið er nú framtíðartryggjað, sigur leiðslan í frágreiðingini. Hon er hampuliga væl nøgd við úrslitið fyri 2019, sigur hon.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo