Landskassin rindar framvegis 43.000 krónur um mánaðin sum grundarupphædd fyri vakrtarhald á Teistanum, tóat sjúkraflutningur og annar bráfeingis flutningur sleppur gjøgnum Sandoyartunnilin.
Tað vísur innslit sum VP hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum.
Men grundgevingin fyri, at hesar 43.000 krónurnar framvegis verða goldnar, er sambært Fíggjarmálaráðnum, at "tunnilsfelagið ikki fær garantera fyri, at tað altíð ber til at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin, so leingi tunnilsarbeiðið ikki er liðugt," sigur Fíggjarmálaráðið í svarinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo