40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið í norðuøkinum tók síðstu nátt ein bilførara, sum koyrdi bil ávirkaður av rúsdrekka. Tað kom eisini undan kavi, at viðkomandi koyrdi í einum bili, sum hann onki átti í men sambært politinum hevði stolið, og tí kann hann nú vænta sær eitt álvarsamt eftirspæl við skuldseting fyri bæði rúsdrekkakoyring og stuldur.

Nógv fólk vóru í býnum síðstu nátt, sigur vakthavandi. Politiið gjørdi nógv burturúr at vitja á ymsu skeinkistøðunum, men har var sum heild alt sum tað skuldi vera.

Fleiri bilar vórðu staðgaðir í einum sonevndum málrættaðum átaki, har politiið kannar ymiskt. Í tí sambandi var onkur skrivaður fyri at koyra uttan at hava koyrikortið hjá sær, og onkur annar fyri at koyra bil við eini ov høgari promillu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo