

Koronasmittan hevur stongt biografar í øllum heiminum. Tað hevur fingið filmsútleigarar sum Universal at vísa film á netinum í staðin. Hetta dámar ikki heimsins størsta biografsamtaki, AMC Theatres, skrivar heimsins elsta filmsavís, Variety.
Í gjár kundi Wall Street Journal avdúka, at tað gongur strúkandi at vinna pening við filmsýningum á netinum.
Stóri pengafilmurin hjá Universal er nummar tvey í Trolls røðini, Trolls on World Tour, sum varð frumsýndur til keyps á netinum 10. apríl.
Eftir trimum vikum á netinum hevur filmurin vunnið útleigaranum eins nógvan pening, og hin fyrri gjørdi í biografunum í fimm mánaðir.
Universal sigur, at tá koronakreppan er av, fara tey at frumsýna teirra filmar samstundis bæði á netinum og í biografunum.
Nú hevur amerikanska biografsamtakið, AMC Theatres, kunngjørt, at tey fara ikki at vísa filmar frá Universal, um tey svíkja biografarnar við at visa nýggjan film á netinum, og ikki bara í biografunum.
Verður hetta veruleiki, verða pengafilmar sum Fast and Furious og Minions ikki at síggja í AMC Theatres, sum er heimsins størsta biografsamtak.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo