Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

KVF: KÍ spælir fyrsta dystin í Conference League-bólkaspælinum hóskvøldið. Men dysturin verður ikki at síggja í KVF.

“Tað eru nógvir pengar í evropeisku fótbóltskappingunum fyri feløg, og bólkaspølini enda á gjaldsrásum ella handan gjaldsveggir, har public service-rásirnar ikki kunnu vera við. Í ár er onki undantak”, staðfestir kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.

Tað er UEFA, sum selir rættindini til bólkaspølini í Champions League, Europa League og Conference League.

“Vit hava havt eitt gott samstarv við KÍ í sambandi við dystirnar móti Ferencszvaros, Hacken, Molde og Sheriff Tiraspol, men nú tað kemur til evropeisku bólkaspølini, mugu vit bara ásanna, at vit kunnu ikki vera við fíggjarliga”, sigur Ivan Hentze Niclasen.

Altjóða ítróttarættindi eru vorðin sera dýr
Seinnu árini er prísurin á altjóða ítróttarættindum farin upp í loft.

“Fíggjarkreppur ella onnur viðurskifti gera seg ikki galdandi her. Rættindini til at vísa tær stóru væl umtóktu ítróttagreinirnar eru síðstu tíggju árini vorðin dýrari og dýrari”, sigur kringvarpsstjórin.

Gongdin hevur elvt til, at stóru norðurlendsku public service-rásirnar í nøkrum førum eru gingnar saman um at bjóða upp á eitt nú Olympiskar leikir, HM-endaspøl og EM-endaspøl.

Hetta verður gjørt í eini roynd at geva øllum borgarum høvi at síggja tær stóru savnandi ítróttahendingarnar.

Mentanarpolitiskt er hetta eitt gott átak, heldur kringvarpsstjórin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo