40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Trúboðin: - Vit sum partur av evangelisku fylkingini í Brasil vilja verja um demokratisku rættindini og sleppa at virka innan stýrisskipanarligu mørkini.

Hetta skrivar rørslan í einum tíðindaskrivi í fjølmiðlunum, aftaná at viðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsetanum, Jair Borsonaro, í síðstu viku lupu á og hersettu forsetaborgina. 

- Av hesum ávum vísa vit harðliga aftur tær ógvusligu ógrundaðu antidemokratisku atgerðirnar í samveldishøvuðsstaði okkara og teimum oyðingum av nógv avhildnu demokratisku súmbolsku ímyndunum í høvuðsstaði okkara. Vit vátta við hesum okkara demokratisku og statsligu skyldur mótvegis landsins vælgerðar- og mentanarstovnum v.m. 

Brazilian Evangelical Christian Alliance í Brasil slær fast, at kristna trúgvin stríðir fyri sannleika, rættvísi og friði, og at kannað verður eftir, hvør tað er, ið ábyrgdina hevur av hesum syndarligu gerðum, til tess at friðurin aftur fær valdið.  
- Í leitan eftir bæði friði og rættvísi stuðla vit øllum kirkjum um at standa saman í bønarstríði fyri landi og ríkisstjórnokkara, og at miðjað verður eftir samanhaldi sum ein vitnisburð um eitt lív, ið harav fylgir, sigur Brazilian Evangelical Christian Alliance.

Les meira: Bolsonaro-fjepparar leypa á brasilska tjóðartingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo