Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Veðrið í morgin líkist veðrinum í dag, ættin verður landnyrðingur, bert eitt lítið lot, tað verður kalt, beint omanfyri frostmarkið og vit kunnu vænta kava ella vátasletting tað mesta av degnum. 

Týsdagin frískar hann vindin nakað av somu ætt og framvegis kalt, men nú kemur ikki meira avfall og vit kunnu vænta sólglottar fleiri ferðir gjøgnum dagin.

Mikudagin verður nógvur vindur, uppí hvassan vind ella skrið, ættin verður høgur eystan, turt fyri tað mesta og hitin um 4 stig.

Hósdagin strúkur í vindi ímillum eystan og landnyrðing, vátaslettingsæl fyrrapartin sum verður regn sum dagurin líður, hitin um 6 stig.

Fríggjadagin lot til frískan vind av landnyrðingi, samdrigið men turt og hitin um 5 stig.

Veðrið fríggjadagin heldur fram alt næsta vikuskifti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo