Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið 6. juni kl. 19:30 – 21:30 skipar Rithøvundafelag Føroya fyri einum tiltaki um upphavsrættindi í Perluni í Havn. Endamálið er at fáa lýst støðuna, sum hon er í dag og hvørjar møguleikar eru fyri kollektivu umsitingini av upphavsrættindum í Føroyum.

Umboð fyri føroyska rættindafelagsskapin Fjølrit verður við, umframt at eitt umboð fyri CopyDan Tekst & Node fer at lýsa, hvussu tey umsita rættindapening í Danmark og í Grønlandi. Átakið er serliga ætlað listafólkum, men er opið fyri almenninginum.

Síðan føroyska lógin um upphavsrættindi kom í gildi í 2013, hava rættindahavarar einki viðurlag fingið fyri margfalding og nýtslu av verkum teirra í skúlum og almennum stovnum, hóast tey sambært lógini hava rætt til tess. Tað merkir at tekstir, myndir og tónaverk, sum rithøvundar, journalistar, myndlistafólk, fotografar og tónaskøld hava skapað, verða nýtt sum undirvísingartilfar, uttan at hesu fólk fáa eitt oyra afturfyri.

Sáttmála um umsiting
Fram til januar 2014 hevði Fjølritagrunnurin sáttmála við Føroya Landsstýri. Sambært hesum hevði Fjølritagrunnurin loyvi at krevja upp pening fyri margfalding av vardum tilfari í skúlum. Peningurin varð savnaður í Fjølritagrunninum og varð peningurin latin aftur til listafólk, eftir umsókn.

Sáttmálin varð umsitin av Mentamálaráðnum. Tá ið nýggj lóg um upphavsrætt var komin í gildi 6. mai 2013, segði ráðið sáttmálan upp per 31. des. 2013. Nýggjar avtalur skuldu so gerast við grundarlagi í nýggju lógini. Í skrivandi løtu, 5. juni 2017, er tó enn eingin avtalu hesum viðvíkjandi undirskrivað.

Sambært Atla K. Petersen, formanni í Fjølrit, hava samráðingarnar drigið út, tí bíðað hevur verið eftir at lógarbroytingar og kunngerðir vóru endaliga lýstar, men eitt uppskot til avtalu fyriliggur nú.

Fjølrit
Fjølritagrunnurin er, sum er, góðkendur rættindafelagsskapur og hevur heimild í lógini at samráðast og gera sáttmálar um loyvi til at fjølrita verk hjá limunum og til at umsita peningin.

Sambært tí lóg, sum nú er galdandi, er tað ikki longur loyvt at savna innkravda peningin í ein grunn, sum letur peningin út aftur sum stuðul eftir umsókn. Viðurlag, sum felagsskapurin krevur inn, skal avroknast til hvønn einstakan upphavsmann. Fyri listafólkið kann hetta tykjast sum ein rættvísari skipan, men fyri rættindafelagsskapin hevur tað við sær eitt munandi størri umsitingarligt arbeiða.

Ymiskar eru áskoðanirnar, um rættast er at lata ein annan felagsskap taka sær av hesum, sum frammanundan hevur royndir og eina vælvirkandi umsiting, ella um umsitingin skal vera verandi í Føroyum. Tað er ein spurningur um ymsar áskoðanir, men eisini um pening – pening, sum listafólk hava rættindi til.

Framtíðar umsiting
Við tí endamáli at veita kunning til rættindahavarar um hvussu umsitingin av rættindapeninginum kann skipast og at fáa eitt kjak um hvørjir fyrimunir og vansir eru, fara umboð fyri Rithøvundafelag Føroya at lýsa støðuna í stuttum, Stefan E. Kristensen frá CopyDan Tekst og Node fer at kunna um teirra umsiting og Atli K. Petersen, formaður fyri Fjølrit, verður tilstaðar at svara spurningum.

Listafólk úr fylgjandi feløgum eru rættindihavarar í hesum sambandi:
- Rithøvundafelag Føroya
- Felagið Føroysk Tónaskøld
- Føroyskar Yrkisfotografar
- Føroysk Bókaforløg
- Føroysk Myndlistafólk
- Føroysk Miðlafólk

Átakið er sostatt serliga ætlað hesum, men sum nevnt er tiltakið alment.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo