40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tá ið rokið var fyrr í ár í Fólkaflokkinum, og tvey landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum fóru aftur á ting, segði løgmaður við javnaðarmiðilin IN.fo, at tey sleppa ikki aftur í landsstýrið.

Hetta sama var endurtikið í Breddanum fyrrapartin, tá ið støðan í Fólkaflokkinum var til viðgerðar.

Tá segði Jón Brian Hvidtfeldt í sambandi við spurningin, hvør skal fara í landsstýrið fyri Jørgen Niclasen, at tað kundi ikki vera eitt av landsstýrisfólkunum sum fóru úr landsstýrinum, tí tað hevði løgmaður sagt.

Men hetta segði løgmaður í samrøðuni við javnaðarmiðilin IN.fo í grein við yvirskriftini: Jacob og Elsebeth sleppa ikki aftur í landsstýrið.

Javnaðarmiðilin skrivar: Gitt hevur verið, at løgmaður fór at bakka frá avgerðini um, at tey bæði ikki sleppa aftur í landsstýrið. Men tað ger hann ikki.

– Nei, tann avgerðin stendur við og verður ikki broytt, sigur Bárður á Steig, løgmaður.

– Hatta var nokk ikki brot á lógina, men hatta var í øllum førum at tamba hana, sigur løgmaður.

– Tað verður ikki góðtikið, at fólk leggja landsstýrissessin frá sær við slíkum endamáli – og so koma aftur í starvið.

Løgmaður sigur ikki, at landsstýrisfólkini sleppa ikki aftur í landsstýrið í allar ævir, men sigur, at tey sleppa ikki aftur í landsstýrið "við slíkum endamáli".

Og tann støðan er ikki í dag, at talan er um, at landsstýrisfólk hoppa ímillum sessirnar, men ein heilt onnur, nevniliga, at ein landsstýrismaður hjá Fólkaflokkinum hevur lagt frá sær, og at nýtt landsstýrisfólk skal setast í hansara stað.

Og hvør tað verður, verður almannakunngjørt mánadagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo