Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-029/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi heilivágsnýtslu og
burturbeining, frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu.

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógv er heilivágsnýtslan vaksin tilsamans í Føroyum seinastu 5 árini í nøgd og kostnaði?
2. Hvussu stóran lut eigur sjúkrahúsverkið í hesum vøkstri?
3. Hvussu nógvur heilivágur verður burturbeindur í Føroyum?
4. Hvussu stórum parti av hesum stendur sjúkrahúsverkið fyri?
5. Hvørjar mannagongdir eru fyri at minka um heilivágsnýtsluna og fyribyrgja, at heilivágur
fer til spillis?

Svar:
Til spurning 1 og 2

Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu heilivágsnýtslan í Føroyum er vaksin tilsamans í nøgd og kostnaði í tíðarskeiðinum 2017-2021. Eisini vísur talvan, hvussu stóran lut sjúkrahúsverkið eigur í hesum vøkstri. Sambært apoteksverkinum eru tølini fyri 2022 ikki tøk enn.

##med2##

Í talvuni er nøgdin av heilivági gjørd upp í pakkum. Talið skal tí takast við einum ávísum fyrivarni, tí sambært apoteksverkinum eru pakkarnir ymiskir í stødd og heilivágurin kann hava ymiska styrki.

Hóast hetta verður mett, at nøgdirnar í talvuni geva eina ábending um, hvussu gongdin hevur verið í áðurnevnda tíðarskeiði.

Til spurning 3 og 4
Í viðmerkingunum til fyrispurningin sipar spyrjarin til eitt átak í Danmark, sum var eitt tíðarskeið, har apotekini skrásettu heilivág, sum varð burturbeindur. Slíkt átak hevur ikki verið fyriskipað í Føroyum, og tí kunnu vit ikki á sama hátt siga nakað við vissu um burturbeining av heilivági.

Hinvegin fevndi átakið í Danmark ikki um sjúkrahúsheilivág, og sambært Sjúkrahúsverkinum verður leysliga mett, at tað sum heild er á hesum øki, at mesta virði fer fyri skeytið.

Tað verður ikki skrásett hvat verður burturbeint, hvørki á apotekunum ella sjúkrahúsunum.

Fólk koma inn á apotekini og lata heilivágin inn uttan pakning. So tað eru leysar tablettir ella hylki.

Heilivágurin verður koyrdur á brennistøð og brendur.

Á sjúkrahúsunum verður heilivágurin burturbeindur sum ”kliniskt risikoaffald” (gular spannir/posar) saman við øllum øðrum kliniskum váðaburturkasti, sum síðani verður latið brennistøðini.

Til spurning 5
Sum áður nevnt, verður tað mett, at tað sum heild er í Sjúkrahúsverkinum, mesta virði av heilivági fer fyri skeytið.

Seinastu árini hevur tað í Føroyum verið gjørt eitt átak fyri at tryggja eina skynsama nýtslu á sjúkrahúsunum og fyri at minka um spill av heilivági. Hetta hevur havt við sær, at seingjardeildirnar í Sjúkrahúsverkinum í dag hava heilivágstænastu frá apoteksverkinum. Endamálið við hesi tænastu er fyrst og fremst at tryggja eina so skynsama nýtslu av heilivági sum gjørligt.

Ein meginregla í hesi tænastu er, at einstaka deildin hevur neyðuga heilivágin til taks, so viðgerast kann rættstundis. Í heilivágstænastu liggur, at hugt verður at nýtsluni árliga, og so verður ein úrvalslisti - íroknað goymslustødd - gjørdur m.a. í mun til:

• nýtsluna á einstøku deildini
• tørv á akuttheilivági
• prís
• metan av sonevndum synonymum /analogum heilivági
• hvat kann lánast frá øðrum deildum

Eisini er mannagongdin, at deildir eggja borgarum at taka egnan heilivág við sær – bæði til akutta og planlagda nýtslu. Endamálið við hesum er, at læknin lættari kann meta um heilivágstørvin hjá tí einstaka við innleggjan, og at viðgerð kann gevast rættstundis. Hetta verður gjørt fyri at minka mest møguligt um spill.

Tá ið tað kemur til apoteksverkið, so avgreiða tey reseptir og handa viðskiftafólkunum heilivágin. Í hvønn mun viðskiftafólkini taka heilivágin, kann apoteksverkið ikki vita, men tað verður væntað, at læknarnir eru skynsamir í teirra útskriving soleiðis, at tað samstundis verður ein skynsom nýtsla av heilivági. Í hesum sambandi er eisini vert at nevna, at í føroyska heilsuverkinum hava vit tann fyrimun, at allar upplýsingar um sjúklingar eru savnaðir í somu talgildu heilsuskipan (THS). THS er felags sjúklingaskrá og samskiftisskipan í føroyska heilsuverkinum. Uttan mun til um ein fer til kommunulækna, serlækna, ella verður innlagdur á sjúkrahúsi, eru allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka tøkar. Eisini nær hvør einstakur hevur fingið heilivág ávístan. Hetta er við til at tryggja eina meira skynsama nýtslu av heilivági.

Heilsumálaráðið, 2. oktober 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo