Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Farnu vikurnar hevur KvF sent framhaldssending um makrelin.

Sera viðkomandi og áhugavert evni, har lurtarar í byrjanini fingu væl burturúr.

Men so við og við komu hógvarnir undan.

Tað gjørdist meira og meira greitt, at endamálið var annað enn saklig upplýsing, men ístaðin ein politisk sending, sum var afturljóð frá Tjóðveldinum og óseriøsa retorikkinum frá flokki og politisku eltibløðrum teirra á Setrinum og aðrastaðni.

Grovu pástandirnir úr almenna miðlinum vóru ikki hissini.

Samfelagið flytir seg beint í eitt oligarki, fámannaveldi, har ríkmennn fara at keypa allar ognir í Føroyum.

Her verður einki gjøgnumskygni, og føroyskir politikarar vera bert statistar, har virðini verða fordeild til tey fáu.

Ung sum skulu seta føtur undir egið borð fáa ongan kjans, tá ríkiskroppar fara at keypa tað teimum lystir.

Í Føroyum er korrupsjón, so tað floytar eftir í var páhaldið, uttan at tíðindamaðurin setti einasta spurning við slíkan ótespiligan pástand ella nakran annan yvirhøvur.

Í fimtu sending vissaði sami ”serfrøðingur”, at hann skuldi avdúka allan rotinskapin og korrupsjónina millum tingfólk.

Tá tann sendingin var løgd á netið um dagarnar, var hesin setningur strikaður – kanska kundi firtni juristurin ikki halda tað, sum hann alment lovaði.

Tað er hugvekjandi, at KvF ikki kundi finna onnur at viðmerkja støðuna, enn (altíð) tey somu, sum vóru og eru serfrøðin hjá tjóðveldinum.

Hví ber ikki til at finna onkran, sum kann avdúka fuppnummarið hjá tjóðveldinum og teirra eltibløðrum?

Samstundis varð boðað frá, at KvF hevur gjørt avtalu við Fróðskaparsetrið at skipa fyri temadegi um makrelmálið, sum SvF fer at dekka beinleiðis.

Á Søgu- og samfelagsdeildini verður sama tógvið av somu snældu, so dekningurin hjá KvF verður ikki annað enn framhald, váttan og játtan av konspiratiónsteoriini, sum varð manað sum endaligi sannleikin um korrupta makrelmálið.

Soleiðis bleiv miðilin aftur gagn hjá Tjóðveldi.

”Neutralu” serfrøðingarnir hjá KvF:

- Ein tjóðveldissosialistur og valevni hjá Tjóðveldi,
- ein tjóðveldissosialistur og uppboðsøluprofetur,
- ein tjóðveldissosialistur, politiskur aktivistur fyri Tjóðveldi,
- ein sosialistur og aktivistur,
- ein búskaparfrøðingur,
- og so tíðindamaðurin, hvørki sambands- ella fólkafloksmaður, hvat so?

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo