Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Herfyri reiggjaði Øssur Winthereig journalistur koyrilin og samanbar KVF við Pravda.

Pravda merkir ”sannleikin” og tá KVF fær 70 milliónir árliga í tvangsgjøldum frá sakleysum føroyingum, hevur stovnurin fingið monopol uppá sannleikan.

Miðlalandslagið í Føroyum er tí sjónliga skeiklað.

Samstundis sum KVF stjórin hevur avgjørt, at ein innanhýsis kanning skal gerast av nógv umstrídda skattamálinum, av tí at nógvar ódámligar avdúkingar um arbeiðsháttin hjá KVF eru komnar fram, er tíðindadeildin vorðin uppaftur meira ágangandi um skattamálið.

Øssur W hevur á Facebook havt onkra atfinning at sendingunum um skattamálið.

Tí hevur KVF stjórin mett hann óegnaðan at kanna skattasendingarnar.

Men teir limir, sum alment hava verið jaliga sinnaðir um skattasendingarnar, varðveita sín limaskap í ”óheftu” nevndini.

Tá er neyvan trupult at gita, hvussu úrslitið verður, tá KVF er liðugt at kanna seg sjálvt.

Seinasta týskvøld var danin Lars Krull aftur á sjónvarpsskerminum í Degi og Viku.

Krull er eftir hondini eitt kent og afturvendandi andlit í sjónvarpinum.

”Óheftu” sjónarmiðini hjá Krull eru ikki ókend.

Fyri einum ári síðani segði Lars Krull á finans.dk:

Jørn Astrup Hansen har gennem mange års virke som problemknuser i den færøske bankverden opbygget en tårnhøj troværdighed næsten som en retskilde.

Við slíkum óvanligum útsøgnum er ikki trupult at gita, hví Krull er so vælumtóktur í ”óhefta” KVF.

Ein annar danskur Astrup-fjeppi er Jens Chr. Hansen frá Berlingske Business.

Hann hevur dúgliga skrivað um leiklutin hjá Astrup í skattamálinum og samanborið Føroyar við ein bananstat.

Jens Chr. Hansen hevur nú, sum nevndarlimur í Nomineringsudvalget for Erhvervsjournalistprisen 2017 innstillað dokumentarsendingarnar um skattamálið hjá Eik til Erhvervsjournalistprisen 2017.

KVF hevur mangan funnist at, hvussu vina- og kenningarpolitikkur hevur valdað ymsa staðni í Føroyum.

Men nepotisma trívist kanska ongastaðni betur enn júst í KVF.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo