Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Grannarnir vistu nærum ikki hvussu Isabel Rivera Hernández sá út, tí eingin hevði sæð hana í fleiri ár, skrivar El Pais.

Einaferð fyri 15 árum síðani merktist ein ramur luktur frá íbúð hennara. Men eftir nøkrum vikum var lukturin burtur og grannarnir uggaðu seg við at hon kanska hevði gloymt at tømt skrellispannina, áðrenn hon fór at ferðast.

Týsdagin í hesi vikuni fóru so løgregla og sløkkilið inn í íbúðina hjá henni, har hon var funnin deyð, skrivar NRK.

Allar útreiðslurnar hjá henni fóru av sær sjálvum av hennara bankakontu.

Fyri nøkrum árum síðani undraðist stjórin í lokala La Caixa á, hví hon bara rindaði sínar rokningar, og ikki brúkti pengar til mat og annað.

Hann fór til hennara adressu í Calle José Hierro, men tá ið eingin svaraði innanfyri, fór hann avstað aftur og vitjaði ongantíð aftur.

Isabel Rivera Hernández var fødd í 1926 og hevði livað saman við manninum í íbúðini síðani 1965.

Maðurin var vaktmeistari í blokkinum og hevði stríðst við fleiri og eisini ligið í sakarmáli við fleiri av teimum.

Av tí sama hevði parið lítið samband við hinar íbúgvarnar og eftir at maðurin doyði, helt hon fram við sínum einsama lívi í blokkinum, skrivar NRK.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo