Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Kvinnurnar fara í heyst undir nýggju Nations League kappingina - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

Kvinnurnar fara í heyst undir nýggju Nations League kappingina - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

Kvinnurnar fara í heyst undir nýggju Nations League kappingina - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

FSF: Fríggjakvøldið 22. september seta kvinnurnar hol á nýggju Nations League kappingina á heimavølli móti Montenegro. Harumframt eru tveir aðrir heimadystir á skránni 27. og 31. oktober, tá ið ávíkavist Aserbadjan og Kýpros vitja í Føroyum.

Sum nakað nýtt kanst tú nú keypa tær landsliðspakka til allar heimadystirnar hjá Kvinnulandsliðnum, har tú fyri bert 225kr fært atgongumerki til allar tríggjar dystirnar – enntá á bestu plássunum mitt á langsíðuni.

Leinkja til Kvinnulandsliðspakkan á nethandlinum.

Øll, sum keypa sær Kvinnulandsliðspakka eru við í lutakastinum um eitt gávukort frá Hotel Brandan á 2000kr, umframt eina føroyska landsliðsblusu. Freistin at keypa pakkan er 8. september 2023, og eftir hetta verða vanlig atgongumerki til fyrsta dystin sett til sølu.

Skráin hjá kvinnunum í Nations League er hendan:

22. september: Føroyar – Montenegro
26. september: Kýpros – Føroyar
27. oktober: Føroyar – Aserbadjan
31. oktober: Føroyar – Kýpros
1. desember: Montenegro – Føroyar
5. desember: Aserbadjan – Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo