

Ein kontranjósnarabólkur í ukrainsku trygdartænastuni SBU sigur seg hava avdúkað eitt njósnaranetverk. Í netverkinum eru lokalar ukrainskar kvinnur sum helst hava arbeitt fyri Russland og tiltikna herin Wagner, skrivar The Times.
Ukrainska trygdartænastan hevur almannakunngjørt myndir av kvinnunum á almennu heimasíðuni hjá SBU og í sosialum miðlum.
SBU sigur at tær fýra kvinnurnar høvdu savnað fregnartænastuinformasjón um talið á ukrainskum hermonnum í Donetsk-økinum og tikið myndir av herútbúnaði, skrivar Nettavisen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo