Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Læknafelag Føroya førdi fram hesi sjónarmið fyri politisku flokkunum á fundi 3. desember 2022 á Hotel Brandan:

Læknafrøðiligi kunnleikin og førleikin mennist í hesum árum við rúkandi ferð. Tað merkir, at sjúkur, sum áður ikki kundu grøðast, nú kunnu grøðast, og at sjúkur, sum ikki kundu tálmast ella linnast, nú kunna tað.

Heilsustøður, sum áður ikki vóru roknaðar sum sjúkur, fara at at verða tað. Tað merkir eisini at kendar sjúkur fáa undirbólkar, sum skulu viðgerðast ymist.

Krøvini til kanninartól fara at vaksa støðugt. Bert við hesum tólum fer tað at bera til at greina ein sjúkling til lítar.

Viðgerðin verður meira og meira specialiserað og fer at krevja serførleikar innan eitt ávíst og avmarkað umráði. (Dømi: krabbaviðgerð)

Teir specialiseraðu viðgerðardeplarnir fara at fáa sjúklingar, ikki bert úr heimlandinum, men eisini úr øðrum londum, sum eru ov smá at hava slíkar førleikar.

Neyðugt verður at kunna greina sjúkur so væl í Føroyum, at vit kunnu staðfesta, hvar viðgerðin kann fara fram fullgott. Umframt tól fer hetta at krevja, at talið av serlæknum við ymiskum førleikum veksur munandi.

Heiligvágur fer at gerast dýrari og virknari. (Dømi: biologiskur heilivágur)

Æviskeið føroyinga leingist støðugt og fer at hava við sær vaksandi tal av degenerativum sjúkum, til dømis demenssjúkur og sjúkum í rørslulagnum.

Til tess at greina hvat sjúklinginum bagir og veita honum heilsubót fer tørvurin á sjúkrahúsongum helst at minka, men ambulantu sjúkrahústænasturnar fara at vaksa. Talið av songum til røkt og rehabilitering uttan fyri sjúkrahúsverkið fer at vaksa.

Kommunulæknarnir fara at fáa fleiri og fleiri uppgávur og fara at hava leiklutin, sum krumtappurin í heilsuverkinum, tí tað verða kommunulæknarnir sum fara at avgera nær fólk skulu sendast til nærri kanning i sjúkrahúsverkinum.

Vánalig læknatænasta fer ikki at kunna dyljast, men verður ein politiskur trupulleiki. Upplýsingar á internetinum og í miðlum fer at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum og samanbera hana við onnur lond. Læknafelag Føroya

Niðurstøða hjá okkum er soleiðis, at læknafrøðiligi førleikin veksur skjótt í hesum árum, men spurningurin er um føroyingar vilja tryggja sær ágóðan av hesi menning, sum hendir úti í heimi. Um vit vilja tað, hava vit hesi sjónarmið og tilmæli:

- Kostnaðurin til heilsuverkið fer at vaksa, bæði tí vit eru eftirbátur viðvíkjandi læknamanning og tí at møguleikarnar at veita heilsubót veksa – vit mæla til at politiski myndugleikin leggur sær hetta í geyma.

- Heilsuverkið er talgildur eftirbátur, bæði í dagliga rakstrinum, men eisini viðvíkjandi hagtølum, sum eru alneyðug fyri at gera skilagóða ætlanir fyri framtíðina – vit mæla tí til at digitaliseringsmøguleikarnir verða gagnnýttir til fulnar, men tað fer at kosta nógvar pengar og eigur at fáa sjálvstøðuga játtan.

- Til tess at tálma útreiðsluvøkstrinum og tørvin á starvsfólkum er neyðugt at automatisera, har tað møguligt. Vit mæla til at automatiseringsstrevanin verður uppraðfest.

- Læknafelgið ávarar móti defensivari læknafrøði, sum er at gera nógvar óneyðugar kanningar, bert fyri at læknin kann tryggja sær at eftirlitsmyndugleikin onki hevur at finnast at. Defensiv læknafrøði kann gerast sera kostnaðarmikil og politiski myndugleikin eigur tí at tryggja sær, at góðskueftirlitið ikki hevur hesar óhepnu fylgjur.

- Í mun fólkatalið eru alt ov fáir læknar í starvi í Føroyum, um vit samanbera við grannalondini. Vit hava nú leingi haft lutfalsliga stórt tal av ungum føroyingum sum lesa læknafrøði, men vit hava ongar ætlanir fyri hvussu teir skulu bera seg at, fyri at koma heim aftur at starva. Tey umleið 10 árini eftir loknan lestur, har teir nema sær serlæknaførleikar má føroyska heilsuverkið hava eina ætlan fyri, soleiðis at tey ikki gleppa okkum av hondum og búsetast í øðrum londum. Hetta ber til, men tað krevur eitt miðvíst arbeiði har sjónarringurin er minst 10 ár. Núverandi sjónarringur er í mesta lagi 1 til 2 ár í føroysku fyrisitingini.  

- Kommunulæknaskipanin virkar als ikki nóg væl. Teir eru alt ov fáir og teirra starvstreytir so vánaligar, at tað styggir ungar læknar frá at velja hendan vegin. Læknafelagið metir tørvin á kommunulæknum at vera fimti. Vit eru noydd beinanvegin at seta ósett størv við útlendskum vikarum, sjálvt um hesir kosta munandi meira enn vanliga settir kommunulæknar. Hetta merkir ógvisligan meirkostnað til Heilsutrygd, men tað er neyðugt um vit ikki skulu koma í somu ringu støðu aftur, sum seinasta summar.

- Fólkaheilsuarbeiðið eigur at mennast soleiðis at vit sleppa undan at fólk gerast sjúk. Tað ber væl til at fyribyrgja sjúku, men tað tekur tí at síggja ágóðan av arbeiðinum. Politiska valdið kann heilt ítøkiliga seta sær fyri, at tubbaksroyking hvørvur úr okkara samfelag – tí tubbak er ein hópdrápsmaður, sum í dularbúna frítt gongur okkara millum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo