Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein ónoktilig fyritreyt, fyri at siga nakað skilagott um eitt mál, er, at ein veit hvat málið snýr seg um. Og tað ger Sjúrður Skaale ikki.

Men hann ger seg inn á meg. Veit meg ikki hava gjørt honum nakað.

Málið snúði seg – heilt einfalt - um FÓLKAHEILSUNA í NORÐUROYGGJUM OG EYSTURSÍÐUNA AV EYSTUROYNNI!

Hetta aftaná fleiri ára læknaliga misrøkt.

Danska læknafelagið
Danska læknafelagið hevjaði seg upp til at vera dømandi og útinnandi vald ríkisins - uttan skugga av løgfrøðiligari heimild.

Fyri danska læknafelagsins harðrendu og heimildarleysu støðu krupu fyrst føroysku læknarnir, seinni landsstýrið, løgtingið og danska ríkisstjórnin. Og hetta fyri eitt fundarsamsýningarkrav uppá 601 krónu og 50 oyru – og uttan vert yvirhøvur (!). (Berst tær látur í barmi?)

Vápnaliga hersetingin av krígsfregattum danaflotans vardi í 107 dagar. Milliónaupphæddir í kostnaði. Ein løgin innkrevjingarháttur fyri tær 601 krónurnar og ...(nei, eg orki ikki at endurtaka alt uppkravið).

Ynski norðuroyinga
Norðoyingar vildu helst hava tríggjar læknar, ein kommunulækna fyri bygdina, ein sjúkrahúslækna, umframt ein lækna til tær mongu bygdirnar í læknadøminum, sum einans kundu røkjast sjóvegis.

Norðoyingar fingu Í STAÐIN - trý krígsskip við veipandi kanónum inn eftir vágini tann 1. oktober 1955. Friðarfólk blivu niðursligin og av bard. Dømd og sett í fangahús á leysum, lámkendum grundarlagi.

Tey søltu tár -
At ágangur eisini gekk út yvir børn hjá einum sonevndum minniluta, er óivað satt og harmiligt; men er einki óvanligt, sum so, tíverri.

Tað vita vit øll, sum onkursvegna hava hoyrt til ein minniluta, so ella so. (Tó tílíkt hendi vitiliga ikki í Løkke’sa landi í mai 1945 - ha ?)

Men hetta er bara IKKI MÁLIÐ; men sum filmurin hjá Løkke ger so nógv burturúr. Tárandi kvinnueygu eru rørandi. Altíð. Tað vita tær við. Men hetta er bara ikki tað, sum málið snýr seg um? Nei, als ikki!

Eg harmist vitiliga um, at eg vendi mær til góða, vinstrahalla barndómsvin mín, Elmar Johannesen – nú Esmar Dalskinn, sum er tað einasta nýggja í øllum hesum kensluliga sveitanum. Ein sannroynd, ið eg havi hildið dulda í yvir 65 ár.

Filmurin hjá Lars Løkke
Filmurin er sum handverk væl frágingin. Løkke fær promoverað seg og síni. (Werry well, segði Bør Børson!). Sólrun kláraði seg væl.

Men hvar bleiv juristsins fakliga niðurstøða av - í krystallklárum baksýni - í hesi aldarinnar herferð Móðurlandsins móti vápnaleysu undirsáttum fiskivinnubygdarinnar? 

Nei, var ikki at finna – ikki eingang á staraleggjum!

Sveimið í Gásadalsbrekkuni, í Bø - og kaffiprátið hjá Lars Løkke Rasmussen annars - var tí í mestan mun tað, sum danir plaga at nevna: “En tynd kop the”.

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo