Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Lærdómur er lættur at bera, hóast tað kann vera ein avbjóðing at nema sær kunnleikan. Vit læra børnini bókliga, handaliga og andaliga, tá ið tey verða hildin til og eru saman við vaksnum.

Yvirskipað verða børnini ávirkað av umstøðunum í uppvøkstrinum. Bæði tað, ið verður gjørt, og tað, ið ikki verður gjørt, ávirkar tað uppvaksandi ættarliðið.

Tað er almenn vitan, at umhvørvið onkursvegna ávirkar, hvat børnini hugsa og takast við sum vaksin. Talan er bæði um góða og neiliga ávirkan. Vit tosa um ein sosialan arv, ið er myndandi í síni nærveru ella fráveru.

At eggja børnum til eitthvørt ávirkar nútíðina og framtíðina. Tilvitað at halda børnum frá hesum ella hasum ávirkar. Eru vit vaksnu ov ágangandi, kann úrslitið verða beint øvugt av tí, vit ætlaðu. Lykilin til eina fullkomna uppaling av børnum finst valla.

Tað merkir tó ikki, at alt er eins gott. Tað er foreldranna uppgáva, at vit eftir førimuni og undir givnum umstøðunum royna at leggja tað góða niður í barnasinnið, at vit geva teimum gott í beinini. Sum foreldur hava vit partvísa ábyrgd av, at børnini klára seg sum vaksin.

Skilagott er tó at minnast, at undantøkini staðfesta meginregluna. Onkuntíð er tað trupult, ja at kalla ómøguligt, at gera nakað munagott, tí umstøðurnar eru ikki til staðar. Sjúka til likams ella sálar ger tað trupult at vera foreldur, tí vit røkka ikki inn í barnsins innara menniskja. Avbjóðingin er ov stór.

Tilverunnar kor eru onkuntíð størri enn menniskjan. Neyðugt er at taka hædd fyri umstøðunum. Eitt + eitt eru ikki altíð = tvey.

Tað er alneyðugt at læra børnini at geva øðrum børnum gætur. Tað er foreldranna uppgáva at minna tey á ikki at happa onnur við atliti at útsjónd, húðliti og førleikum.

Vit vaksnu hava ábyrgd av, at tað yngra ættarliðið lærir alment dannilsi, so tey kunnu bera seg rætt at sum vaksin. Tað er nakað, ið er rætt og gagnligt. Annað er skeivt og skaðiligt.

Tað rætta ella skeiva sæst, tá ið vit umrøða ella eru medmenniskjum okkara til gagns ella ógagns. Etiskt eru tær gerðir rættar, ið virða og taka atlit at øðrum menniskjum. Einans at hugsa um seg og síni er óetiskt.

Rættur kristin hugburður og røtt etisk atlit eru sjónlig, tá ið vit hava umsorgan fyri øðrum menniskjum og hugsa um teirra støðu ella avbjóðingar.

Kristin etisk hugsan er grundað á Kristi kærleika til hin einstaka. Kristin etisk hugsan nemur onnur menniskju og kemur til sjóndar í lívinum hjá kirkjuni ella tí einstaka trúgvandi í kærleika, miskunnsemi og umsorgan.

Sæð frá mínum sjónarhorni er tað gagnligt fyri hin einstaka og samfelagið, at børnini læra bíbliusøguna og frásagnirnar um Jesus í heimi, skúla og kirkju. Bíbliusøgan lýsir og avdúkar, hvørjar gerðir eru gagnligar og rættar, og hvørjar eru til ógagns fyri mannalívið og tilveruna.

Vituligt er, at vit við frálæru, søgum og frásøgnum ávirka børnini. Vit ávirka eisini børnini, um vit velja at tiga og einki siga. Vit ávirka børnini við okkara atferð, tónalagi og samveru. Alt, ið vit takast við í orði og verki, ávirkar nærumhvørvið. Tað er ómøguligt ikki at ávirka.

  • Vit ávirka børnini, tá ið vit leiða tey í sunnudagsskúla, í kirkju og á møti.

  • Vit ávirka børnini, tá ið vit teirra vegna velja sunnudagsskúlan og Guðs orð frá.

  • Vit ávirka børnini, tá ið vit fara í hallirnar til bóltspæl ella í skúlan til tónleik.

Vit ávirka børnini í øllum og altíð. Vit vaksnu eru sjálv ávirkað av umstøðunum, samfelagnum og fakligari útbúgving. Vit ávirka børnini av tí einføldu orsøk, at tey búgva heima hjá okkum.

Fyri mær er tað umráðandi, at børnini verða lærd at ganga í kirkju. Verða lærd tær bíbilsku søgurnar, so tey afturat aðrari vitan etiskt kunnu meta um rætt og skeivt.

Tann kristni arvurin er ein týðandi partur av tí vesturlendsku hugsanini. Mannvirðið og rættarsamfelagið hava í sær eina rest av kristnari hugsan.

Tað ræður um at hoyra Guds orð og kenna Guds anda. Andin lívgar og gevur samfelagnum nakað yvirskipað og kveikjandi. Kristin etisk hugsan dvølur ikki einans við míni egnu rættindi, krøv ella ynskir. Etisk hugsan er altíð størri enn eg.

Við frásøgnunum um Jesus læra vit at taka atlit at øðrum. Í 21. øld er orðið um Jesus aktuelt og viðkomandi.

Vit mega siga børnunum søgurnar um Jesus. Orðið um Jesus er tann besta gávan, ið vit kunnu geva tí uppvaksandi ættarliðinum. Gávan gevur sálarhvíld og ró.

Bíbliusøgan gevur børnum ein andaligan førleika, so tey sjálv kunnu taka støðu til frelsu Guðs í Jesusi Kristi nú og í framtíðini. Amen.

Orðið: “Men Jesus segði: “Latið smábørnini koma og forðið teimum ikki at koma til mín; tí at himmiríkið hoyrir slíkum til.”” (Matteus 19,14).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo