Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á fólkatingi: Tað hevur verið óneyðuga trupult hjá føroyskum listafólki at flyta listaverk millum londini í ríkisfelagsskapinum í sambandi við framsýningar. Hetta verður nú broytt.

Listafólk hava verið noydd at seta eina sokallaða trygdarveðseting hjá danska tollvaldinum fyri listaverk, tá hesi skulu fraktast til Danmarkar í sambandi við framsýningar.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, spurdi tí í fjør danska skattaministaran, um hetta kundi broytast, soleiðis at listafólk lættari kunnu frakta listaverk til eitt nú framsýningar í øðrum londum í ríkisfelagsskapinum.

- Talan er ikki um stórar upphæddir, men sjálv tilgongdin er ofta drúgv og ger tað óneyðuga tvørligt hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark, sigur Sjúrður Skaale.

Ministarin tók fyrispurningin frá fólkatingsliminum til eftirtektar og setti eina kanning í verk. Í brævi til fólkatingslimin boðar ministarin nú frá, at kravið um trygdarveðseting (sikkerhedsstillelse) nú verður slept, og at eitt uppskot um lógarbroyting verður sent til hoyringar í hesum døgum.

- Hetta kravið um trygdarveðseting í sambandi við frakt av listaverkum til framsýningar hevur í summum førum gjørt tað alt ov trupult hjá føroyskum listafólki at sýna fram í Danmark. Eg vóni, at hetta fer at gera tað lættari, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo