Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Treytirnar um viðbót til ávísar pensjónistar, eisini kallað brennistuðul, skulu gerast lagaligari. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar, sum hevur við sær, at pensjónistar í størri mun kunnu hava kapitalinntøkur, samstundis sum tey fáa brennistuðul.

Sambært lógini, sum í dag er galdandi, hevur ein pensjónistur ikki rætt til brennistuðul, um hann hevur kapitalinntøkur, sum eru hægri enn 2.000 kr. Hetta hevur havt við sær, at m.a. pensjónistar, sum fáa útgoldið eina minni upphædd í vinningsbýti, missa allan brennistuðulin, sum er 8.160 kr. skattafrítt um árið.

Sambært hesum uppskotinum kunnu pensjónistar hava kapitalinntøkur upp til 12.600 kr. um árið og samstundis hava rætt til brennistuðul.

- Prinsipielt haldi eg ikki tað kann vera rætt, at ein pensjónistur skal missa eina størri upphædd, enn tað, sum viðkomandi fær í t.d. vinningsbýti, og er hetta tí eisini høvuðsorsøkin til hetta lógaruppskotið, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Hoyringsfreistin í sambandi við uppskotið er tann 27. februar 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo