Ikki færri enn 12 mál koma fyri á tingfundinum í dag, eitt teirra er tað so nógv umrødda málið um gongd í haga, ella ferðavinnulógin sum tingið nevnir lógina. Hon er nummar 7 á listanum fyri tingfundin í dag.
Áhugin fyri lógini, og tí óivað eisini fyri tingviðgerðini, er stórur, eitt nú komu nærum 100 hoyringsskriv, sum er heilt óvanligt. Tí er eisini væl hugsandi, at fleiri av áhoyraraplássunum í tinginum verða upptikin í dag.
Óváttað tíðindi vilja vera við, at nógvir bøndur ætla sær til Havnar við traktori, fyri at vísa á misnøgdina við ætlaðu broytingarnar, sum lógin leggur upp til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo