40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag koma fleiri uppskot til fyrstu viðgerð, sum øll hava tað í felag, at tey skulu javnstilla samkyndar kvinnur, ið hava gjørt av at gerast foreldur, so talan verður um eina mammu og eina sammóðir, sum hevur somu skyldur og rættindi sum mamman.

Hóast talan er um eitt andstøðuuppskot, so er greitt, at bæði í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum eru tinglimir sum siga seg taka undir við uppskotinum og møguliga vilja taka undir við tí, tá tað kemur til atkvøðugreiðslu.

Tískil er lagt upp til eitt lívligt orðaskifti.

Uppskotini kunnu lesast á heimasíðuni hjá Løgtinginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo