Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Laksaroyndir á opnum havi
Spurningar:
1. Eru nakrar stovnsmetingar gjørdar av, hvussu nógvur villlaksur er í Norðuratlantshavi og okkara sjóøki?
2. Eru nakrar kanningar gjørdar, sum kunnu siga, hvussu nógv er alilaksur, sum blandast við villlaksin?
3. Hvussu er við lús á laksinum, og hvørji lúsasløg eru á villlaksinum?
4. Hvussu er villlaksurin fyri í síni heild, kyn, gýting, stødd o.a.?
5. Hvør matur er at finna í maganum o.a.?
6. Er tað Havstovan, sum hevur ábyrgdina av at gera hesar kanningar, ella annar stovnur?
7. Er laksur inni á landgrunninum inn ímóti landi eisini?
8. Er nakað formligt samstarv um laksaroyndir og gransking millum almennu stovnarnar Havstovuna, Firum ogVørn?
9. Metir landsstýrismaðurin, at tað er neyðugt at fáa hesa vitan til vegar og at læra av slíkum royndum, t.d. um alilaksur er ímillum, hvussu hann sær út, hvussu við lús o.a.?
Viðmerkingar:
Undirritaði veit ikki um, at gjørdar verða kanningar ella laksaroyndir á opnum havi, rundan um Føroyar og út á sjómarkið.
Tað er tí áhugavert at vita, hvussu sær út á landgrunninum við villlaksi, hvar hann er at fáa og sær út til at halda til.
Slíkar kanningar og royndir eru áhugaverdar, tá hugsað verður um at fiska við laksalínu á opnum havi rundan um Føroyar og út á sjómarkið.
Mett verður, at ein stovnur sum Havstovan eigur at gera regluligar royndir og fáa vitan til vegar um øll hesi omanfyri nevndu viðurskifti.
Kunnu Føroyar møguliga bjóða seg fram at skipa fyri dyrging eftir laksi (trolling kallað) sum kann verða partur av vinnumøguleikum hjá ferðavinnuni, sum gevur inntøkur til bátaeigarar, gistingarhús, flogfeløg o.a.
Tað hevði eisini verið áhugavert at fingið at vita, hvussu ymsu almennu stovnarnir, Havstovan, Firum,Vørn og onnur samstarva og síggja sær ábyrgd av ymsu royndunum, granskingini og eftirlitinum, sum eiga at gerast.
Nú Firum (áður Fiskaaling) er givin við royndarstøðunum, tekur nakar annar so tær uppgávurnar frameftir?
Uppgávurnar hjá royndastøðunum hvørva jú ikki, um Firum broytir sína skipan.
Her tørvar ein føst hond frá politiskari síðu, sum setur út í kortið leiðina, Føroyar velja at ganga viðvíkjandi vinnuligari menning og gransking, sum kann vísa slóðina, vit skulu elta. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 18. mars 2024
Johan Dahl
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo