Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hevur føroysk líkasæla um myrd børn í Gaza røtur í donskum fremmandahatri?

*

Eg endaði av tilvild inni á eini vistfrøðiligari kaffistovu í Keypmannahavn. Tað var einaferð í septembur; eg minnist ikki nær.

Tá ið eg vitji slík støð í stórbýnum, blívi eg óætlað til ein Crocodile Dundee. Runnamaðurin byrjar beinanvegin at røra upp á seg, og hann endar ongantíð. Ikki fyrr enn hann sleppur burtur.

Eg setti meg so har at eygleiða ymist. Eg var í tí lagnum.

Millum annað, so skilja servitrisur ikki setningar við óheftum týdningum; tær fata einans nøvn á ymsum amerikaniseraðum søluvørum.

Biður tú um kaffi við heitari mjólk, fært tú kaffi, men onga heita mjólk. Digitalu býarhøvdini klára ikki at viðgera tvær óheftar hugmyndir samstundis. So kaffið er heitt, og mjólkin er køld. Køld sum Keypmannahavn.

Eg stoytti ein sopa av neytamjólkini útí og rundaði tankarøðina av:

"Í tí nú mest sum manntóma, analoga rúminum, har fólk viðhvørt tosa beinleiðis við hvørtannað, er teinurin millum tilvit og gloymsku styttur betýðiligt. Tøkk fyri talgeldingina."

Við mínum stirðnaða Café au lait setti eg meg síðan at dvølja við Danmørk - tað løgna puddilhundalandið, sum heldur seg hava fjøll og vera heimsveldi og alt.

Seinastu árini hevur mann fylgt væl við, hvat almenningurin á hesi postglasialu pannukøkuni uppfinnur av nýggjum trupulleikum og hugtøkum, sum brádliga eru altavgerandi fyri tað at vera menniskja. Sum vituligt er, so er alt hatta um kyn, sexismu og so víðari av álvara farið at møða fólk.

Men ráð eru fyri tí: Vit finna bara upp á okkurt nýtt! Nú er tað "danskheden", ið hevur sett seg á heilarnar.

Munnaði mær á og hugdi út á Tagensvej, livets vej, har bilar, býarbussar og súkklur við fólkum struku framvið. Danskhed. Hvat er tað? Og hví er tað so forbannað gott?

Eg fann einki svar. Sá bara eina kjøtlind av einsemi rulla millum ríkissjúkrahúsið og Bispebjerg Kirkegård. Eg skultraði mær. Nei, tað veit gud, keypmannahavnskheitin kennist hvørki heit ella álítandi. Hon er køld og illgrunasom. Avvísandi og gírig. Eg skilji hana ikki og verði ikki drigin at henni. Havi frástøðu til ta tómu orðaflóðina í henni.

At enda, so skrubbi eg eisini av. Út úr tínum landi, dani. Eg búgvi ikki her, og eg eri ei heldur gestur.

Eg havi nevniliga hálvgum uppdagað, at danskheitin í sínum ytra, yðjandi skapi er tað sama sum ikki at dáma muslimar. Og eg eri ikki tað minsta muslimskur sjálvur.

Muslimar, sum teir innføddu á flatlondum eyðmerkja sum eitthvørt myrkt úr miðeystri, verða dagliga umrøddir sum týskir jødar í 30-unum. Tað er satt. Satt hatur.

Her eru sjey tilvildarliga vald dømi, sum danir, helst heimsins eydnuríkastu fólk, hava skrivað alment:

"Eg meini, at tíðin so spakuliga er komin til, at vit savna eitt lítið veiðifelag og broyta vápnalógina eitt sindur, áðrenn tað verður ov seint."

"Persónliga vil eg ikki hava muslimar at avgreiða meg, hvørki hjá kommununi ella í handlum."

"Vóni veruliga, at hasir politikararnir enda á ellisheimi og fáa røkt frá óreinum, kleimisligum kvinnum í skitnum klædnabúna - og onkrum manni, sum stinkar av ringum tonnum og hvítleyki. Væl gagnist tykkum."

"Lít ongantíð á ein arábara."

"Eg vil ikki hava viðgerð frá onkrum í muslimskum turriklæði; ein dani má til."

"Hvítir danir eiga ikki at koma ov nær hesum fremmandu."

"Hví loyva vit islamskum, heilsuskaðiligum klæðum mitt í hesi koronutíð, har ið nettupp muslimar spjaða smittuna í stóran stíl?"

Eg gekk heim í spírandi sitrónmánalýsinum yvir Nørrebro. Við merkiliga tigandi Mette Frederiksen, forsætisráðharra, í huga, varnaðist eg eina plakat.

"Støt vore veteraner" ella okkurt sovorðið; tað stóð á hesum jarnbreytaruppslagnum, sum hevði mynd av einum fittum flogskipara á F-16-jagara.

Í tokinum mundi eg ikki spýð, men eg hugsaði:

"Eri eg deyður ella vónleyst afturúr? Er hetta prísurin fyri ikki at ganga við fartelefon og vera dagforførdur á facebook; at mín analogi heila-radari vísir mær fyrnaðar heimsmyndir?"

Kortini helt eg meg á sporinum.

Sum krigsførandi tjóð eru danir farnir at hátíðarhalda sín egna veterandag við fløggum, gudstænastu og øllum møguligum. Tað er pínligt. Lat gá við Halloween og Valentine's Day, men Veterans Day? Halló.

Danir hava einki at gera í kríggi, tí eingin hevur gjørt dønum nakað síðan die Wehrmacht fór um mark í 1940. ISIL er blivið tað einasta, sum danir halda vera hættisligt, men í veruleikanum eru teirra egnu politikarar og miðlar vandamiklir - um nú nakar er tað yvirhøvur.

Og finnast sannar hóttanir um yvirgang, so er orsøkin politiskur retorikkur og óneyðug, donsk luttøka í stórpolitiskum ágangi uttan fyri hyggens mure; í skugganum av sitrónmánaglæmuni.

Tí tann danska yvirgangssøgnin er lygn:

"Problemið í okkara tíð er, at alt møguligt, óveruligt hevur hertikið heilan á fólki. Tað ber til at siga alskyns søgur fyri fjøldini, og hon hoppar upp á tað, tí hon teinkir ikki sjálv.

Ein absurditetur: Danamenn hava nú í fleiri ár dvalt við eitt yvirgangsálop, sum neyvan er nakað yvirgangsálop. Hatta krúttunnutingið hevur einki við skipaðan yvirgang at gera. Hatta var ein ungur maður, sum drap tvey fólk í einum gemenum berserksgangi, sum danski staturin allarhelst sjálvur hevur skuldina av.

Tað vóru Anders Fogh Rasmussen og onnur í hansara sessi, sum vóru størri brotsfólk, tá ið tey hektaðu seg upp á eina aðra lygn; nevniliga ta amerikonsku lygusøguna um Afganistan og Irak og "muslimarnar" og alt tað.

Men við at billa fólki inn, at hasin ungi brotsmaðurin í keypmannahavnsku krúttunnuni og synagoguni í nánd var ein serliga potentur fani frá sjálvum Allah, sleppa teir sonnu berserksmenninir undan ábyrgd.

Almenna Danmark ger alt møguligt fyri at nøra um hesa alt ov ússaligu yvirgangsfrásøgn; tey skriva sjónleikir, gera dokumentarsendingar og troytta fólk við heilum sjónvarpsrøðum um tað."
(Vestrum vere)

Ein, sum stendur mær nær, meinti, at trupulleikin í Danmark er, at har eru ov nógvir danir. Tað veit eg ikki. Havi ongantíð talt.

Men eg haldi meg vita, at tá ið danir brúka seg um islam og integratión, so áttu teir at hildið sín turra, helvitis kjaft. Tí tað er at kalla vónleyst at blíva partur av hasum landinum við sínum tápuligu kalendaraavtalum, veitslureglum og barrikaderaðu bústøðum.

So, ja, hatta landið er blivið súrt. Súrt sum ein gulur hálvmáni.

Vónin fyri danir við síni uppblástu "danskhed" er lítil, tí at sameina sjálvrannsakan og stoiskt tvørsinni hjá tjóð við eini ervdari harrafólksfatan, er nærum ógjørligt.

Men lat meg siga, sum er: Nei, danir, tit eru ikki heimsins besta fólk, sum øll onnur áttu at lagað síni høvd og sínar siðvenjur eftir. Tit eru miðal. Heilt einfalt miðal. Tit eru ikki betri enn tey í Svøríki, Kuba, Iran - ella Gaza. Í nógvum førum eru tit eitt vet verri.

Og det er ikke så ringe endda.

Høgni Mohr, rithøvundur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo