Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Sjóvegis flutningsskyldan hjá landinum

Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at landið ikki klárar at halda sína flutningsskyldu ímillum oyggjar, sum er áløgd landinum sbrt. løgtingslóg um fólka- og farmaflutning?

2. Er orsøkin, at veðrið háttar sær øðrvísi nú enn fyrr, at Strandfaraskip Landsins hava gjørt nýggjar váðametingar, at skipini eru eldri og ótíðarhóskandi ella tí, at skipini ikki eru egnað at sigla tær farleiðir, sum tey eru sett inn á?

3. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við hetta og nær?

Viðmerkingar:
At veður og vindur, serliga á vetri, kann hava sína ávirkan á at halda regluligt sjóvegis samband í millum oyggjar, tað vita vit føroyingar og skilja vit, men nú síggja og merkja vit oftari og oftari broytingar og avlýsingar á oyggjaleiðum, eisini nú um summarhálvuna, og hetta kemur serliga til sjóndar, tá skip vera flutt runt, tí okkurt skip er á sleipistøð.

Hetta kann førur til stóran miss hjá fólki, sum ferðast til og frá arbeiði við skipum hjá SSL og hjá ferðavinnuni og vinnuni sum heild, sum hava ringt við at halda sínar skyldur og avtalur.

Á Løgtingi, 30. mai 2023
Karlot Hergeirsson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo