Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Hóast Føroyar hava havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini, er fíggjarstøða landskassans verri, enn hon var í 2008, tá fíggjarkreppan rakti. Landskassin eigur at tryggja sær meira á kistubotninum tá góðar tíðir eru, so bjálving er móti verri tíðum.

Myndin niðanfyri vísir nettoogn/-skuld hjá landskassanum frá 1998 til 2023, árini 2021 – 2023 eru metingar. Uppgerðin vísur bert gjaldføru ognirnar, tað vil siga, hon er uttan útbúnað so sum fastar ognir. Harumframt er ogn og skuld hjá tunnilsfeløgunum við í uppgerðini.

Í 2007, beint fyri fíggjarkreppuna, var nettoskuld landskassans nærum 0. Í sambandi við fíggjarkreppuna hevði landskassin fleiri ár á rað hall á fíggjarlógini, og skuldin hjá landinum vaks við til samans 2,8 mia. kr. í árinum 2008-2015. Eftir 2015 og nøkur ár fram var yvirskot á fíggjarlógini, og sum myndin vísir, minkaði nettoskuldin tá eitt vet. Síðani 2019 er nettoskuldin tó aftur økt, hóast stóra framgongd í búskapinum. Í 2020 øktist nettoskuldin, tá orsakað av Covid-19.

Fyri at minka um nettoskuldina, er neyðugt við yvirskoti á fíggjarlógini. Best er um fíggjarliga rásarúmið í eini komandi afturgongd í búskapinum er so gótt sum gjørligt og tí eigur málið at vera at byggja upp eina positiva nettoogn á umleið 10% av BTÚ, ella á umleið 2 mia. kr., í góðum tíðum.

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið 2021 her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo