Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mánadagin fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at úttaka hópin til dystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at úttaka hópin til dystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at úttaka hópin til dystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyrstu vikuna í september skal A-landsliðið við monnum spæla tríggjar HM-undankappingardystir á heimavølli. Mikudagin 1. september ímóti Ísrael, leygardagin 4. september móti Danmark, og týsdagin 7. september koma moldovar á vitjan.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 23. august klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til næstu dystirnar.

Atgongumerkjasølan hevur gingið væl seinastu dagarnar, og til landsdystirnar móti Ísrael og Moldova eru umleið 3.500 atgongumerki seld, meðan tað nærum er útselt til dystin móti dønum. Á middegi hósdagin vóru 4.700 atgongumerki seld til dystin móti Danmark.

Pláss er fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum á Tórsvølli.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Kostnaður (Føroyar – Danmark)
Bólkur 103-106: 300 kr.
Bólkur 101,102, 107 og 108: 225 kr.
Bólkur 109, 112 og 113: 150 kr.

Kostnaður (Føroyar – Ísrael og Føroyar – Moldova)
Bólkur 103-106: 200 kr.
Bólkur 101,102, 107 og 108: 150 kr.
Bólkur 109, 112 og 113: 100 kr.

Sølan er bert opin fyri føroyskum IP-adressum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo