Minst 16 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum eru staðfest smittað.
Fult yvirlit er ikki yvir støðuni enn, men VP frættir, at tað serliga er á skurðgongjunum at smittan ger um seg.
Fleiri starvsfólk eru send heim í sóttarhald, og tað er væl hugsandi at talið 16 fer at vaksa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo