Fleiri átøk úr krabbameinsætlanini fyri Føroyar verða raðfest í fíggjarlógaruppskotinum sum nú er lagt fram.
- Málið er, at færri skulu doyggja av krabbameini í framtíðini. Hetta merkir bæði, at færri skulu fáa sjúkuna, og at tey, sum fáa sjúkuna, eru tryggjað góða og skjóta útgreining og viðgerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Eitt nú skal Screeningseindin endurstovnast. Hon skal hava ábyrgd av verandi og komandi screeningsætlanum fyri krabbamein í Føroyum. Eindin kann eisini fevna um screening fyri aðrar sjúkur. Ein læknaskrivari skal setast at umsita screeningseindina.
Eisini skal ein bioanalytikari setast í starv innan patologiøkið at arbeiða saman við patologinum, sum nýliga er settur í Sjúkrahúsverkinum. Hetta er við til at framtíðartryggja patologitænastuna á Landssjúkrahúsinum.
Og so skulu kommunulæknarnir eftirútbúgvast innan krabbamein umframt at ein nýggj fólkaheilsuætlan fyri Føroyar eisini skal gerast.
Sambært krabbameinsætlanini hjá ES frá 2021, kunnu 40% av krabbameinstilburðum fyribyrgjast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo