Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsbankin: Føroya Landsstýri hevur í gjár tikið eitt lán á 900 mió. kr. 550 mió. kr. av hesum skal brúkast til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 27. juni. Restin, tað er 350 mió. kr. er til landskassans gjaldføri.

27. juni í ár fellur eitt lánsbrævalán hjá Føroya Landsstýri, sum er 550 mió. kr., til gjaldingar.

Umframt endurfíggingina av teimum 550 mió. kr. er neyðugt at taka 350 mió. kr. afturat, fyri at taka atlit at mindstagjaldførinum.

Minstagjaldførið er 15% av BTÚ og var 3,05 mia. kr. í 2022, men vaks við 350 mió. kr. til 3,4 mia. kr í 2023. 

Hóast brottoskuldin við hesi eyka lántøku økist, so er nettoskuld landskassans tó enn tann sama, tí gjaldføri landskassans økist samstundis. 

Føroya Landsstýri tók tí í gjár eitt lán á 900 mió. kr. við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands.

Nýggja lánið er eitt 3-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 19. juni 2026. Áljóðandi rentan er 3,625%. Kursurin fyri lánið er 99,927 og effektiva rentan, sum bæði tekur hædd fyri áljóðandi rentuni og kursin, er tí 3,651%.

Rentustøðið er hækkað nógv síðsta árið, og tað merkir eisini at landskassin skal rinda meira fyri síni lán.

Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk bæði skjótt og væl, eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var munandi størri, enn tær 900 mió.kr., ið tørvur var á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo