Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað er synd at siga, at tað eru tær stóru opinberingarnar sum eyðkenna uppskotið um miðlastuðul, sum nú liggur í tinginum.

Vit hava fleiri ferðir gjørt vart við okkara hugsan um stuðul úr landskassanum til privatar miðlafyritøkur.

Bæði á hesum stað og í hoyringsskrivum.

Vit hildu lítið um uppskotið hjá undanfarna landsstýri, tí tað var beinleiðis rakstrarstuðul til gomul rakstrarár hjá hesum privatu fyritøkunum, og á ongan hátt tryggjaði brúkaranum, skattgjaldaranum sum letur stuðulin, at hann fær nakað sum helst afturfyri.

Vit halda, at skulu miðlafyritøkurnar í heila tikið hava nakran almennan peningaligan stuðul, so mugu netmiðlarnir, henda guðsgávan til eitt fjarskotið og fáment samfelag sum tað føroyska, ikki vera við skerdan lut.

Stuðulin má vera soleiðis háttaður, at hann er egnaður til at bøta um innihaldið í hesum miðlum eisini. Og ikki soleiðis, at hann bara sementerar ta vánaligu støðuna sum flestu føroysku miðlarnir eru í, hvat innihaldi viðvíkir.

Men nú nýtt landsstýri er komið framat kassanum, og uppskotið um privatan miðlastuðul hevur verið til redigeringar, ber til at staðfesta, at tað um gjørligt er uppaftur verri enn tað hjá undanfarna landsstýri. Tí als onki verður nevnt um netmiðlar, men hinvegin stendur blaðútbering fremst í røðini at verða leskað.

At stuðla útbering av bløðum er eftir okkara tykki at fara fleiri fet eftir hali, heldur enn at hyggja frameftir, og stuðla uppundir tað sum vit kortini øll vita umboðar framtíðina.

Men hví vil Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sum eigur uppskotið, so stuðla útbering av pappírsbløðum framum alt annað?

Hesum grundgav hon fyri av tingsins røðarapalli, tá uppskotið um miðlastuðul var til fyrstu viðgerð.

Landsstýriskvinnan helt, at bløðini spæla ein so týðandi leiklut, tá okkara samtíð einaferð í framtíðini skal dokumenterast.

- Vit skulu ikki gloyma, at tann prentaða pressan hevur eina serstøðu í einum modernaðum samfelagi í mun til tað sum liggur eftir okkum. Tá fólk í framtíðini skulu granska okkara samtíð, so er tað bløðini tey fara at leita í. So hetta er týdningarmikið keldutilfar í mun til okkara mentanararv, segði landsstýriskvinnan orðarætt. Hon viðgekk tó, at eisini nógv av tí prentaða er "yvirfladiskt og popput" (hennara orð), men - tað er nú einaferð á eini blaðredaktión at tingini henda.

Okay? Hvørji øld livir landsstýriskvinnan í, hava vit hug at spyrja.

Og so er tað lukturin.

- Øll herinni eru væl samd í, at tað hevði verið harmiligt, hvissi vit fóru at keypa um kvøldarnar, og bløðini ikki lógu har og luktaðu av nýggjari og frískari prentsvertu, og vit kundu keypa eina avís heimvið, vóru orðini sum tey fullu av tingsins røðarapalli í hesum álvarsmáli henda dagin.

Harramínjesus. Er hetta føroyska ískoyti til nýggja veðurlagssáttmálan?

Hóast nógv hava ómakað sær at senda hoyringsskriv til løgtingi í hesum málinum, sum kann hugsast at hava teirra áhuga, so eru tað eisini tey sum hava skarað framúr við onki at siga. Hvørki nú ella fyrr í ár, tá undanfarna landsstýrið legði fram sítt uppskot um stuðul til privatar miðlar.

Um tað so er tí, at sambandið er so gott millum valdshavara og miðil, at tað er ikki neyðugt við nøkrum hoyringsskrivi, kunnu vit bara gita um.

Men av tingsins røðarapalli avdúkaði landsstýriskvinnan, at hon hevði ómakað sær at spyrja sín gamla arbeiðsgevara, Føroya helst størsta privata miðil, hvat Miðlahúsið brúkar til at gjalda fyri blaðútbering.

2,5 mió kr var svarið, upplýsti landsstýriskvinnan fyri Løgtinginum.

Hvør skal siga, tað er ikki bíligt at bera bløð út.

Vit hava spurt landsstýriskvinnuna, um gratisbløðini, sum verða send í hvørt hús í landinum, ikki munnu vera størra helvtin av hesum tali.

Men hon hevur valt ikki at svara.

Her er orðaskiftið í Løgtinginum

Her eru hoyringsskriv til lógaruppskotið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo