Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Við støði í samgonguskjalinum er landsstýriskvinnan farin undir fyrireikingar til at orða ein nýggjan politikk fyri alt heilsuverkið við langtíðarætlanum og ítøkiligum málum og visjónum. Í hesum sambandi er landsstýriskvinnan farin til Íslandi m.a. fyri at fáa íblástur til, hvussu arbeiðið við at orða ein heilsupolitikk kann skipast.

Meðan landsstýriskvinnan hevur verið í Íslandi, hevur hon havt fund við íslendska heilsumálaráðharran, Willum Þór Þórsson. Ísland hevur ein yvirskipaðan heilsupolitikk fyri árini 2019-2030, og tá landsstýriskvinnan mánadagin hitti íslendska heilsumálaráðharran, fekk hon innlit í íslendsku royndirnar at orða ein samlaðan politikk fyri heilsuøkið, og hon fekk høvi at spyrja um politisku tilgongdina til at evna politikkin.

Í gjár luttók landsstýriskvinnan á ráðstevnu um burðardygga heilsu. Ráðstevnan hevði heitið “Data and Digitalization: Crafting the Future of Sustainable Healthcare”. Á ráðstevnuni vóru spennandi møguleikar við talgilding og dátum á heilsuøkinum viðgjørdir.

Á myndini omanfyri eru: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Willum Þór Þórsson, heilsumálaráðharri í Íslandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo