40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini frá vinstru: Jóanis Erik Ktølum, Dávur Juul, Edva Jacobsen og Margit Stórá.

Á myndini frá vinstru: Jóanis Erik Ktølum, Dávur Juul, Edva Jacobsen og Margit Stórá.

Á myndini frá vinstru: Jóanis Erik Ktølum, Dávur Juul, Edva Jacobsen og Margit Stórá.

Heilsumálaráðið: Hósdagin í farnu var landsstýriskvinnan og vitjaði í kommunulæknaviðtalunum í Fuglafjarðar læknadømi. Fyrst var hon í Gøtudali, har onnur viðtalan í læknadøminum liggur. Í Gøtudali fekk landsstýriskvinnan høvi at síggja umstøðurnar og práta við starvsfólk í læknaviðtaluni. Har prátaði hon eisini við borgarstjóran Per Martin Gregersen og Ova Heinesen, ið er trivnaðar- og starvsfólkastjóri í Eysturkommunu.

Aftaná vitjanina í Gøtudali gekk leiðin til Fuglafjarðar. Landsstýriskvinnan prátaði fyrst við borgarstjóran Dávur Juul, Edvu Jacobsen, forkvinnu í sosialu nevnd í býráðnum, Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóra og Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara. Aftaná prátið varð landsstýriskvinnan víst runt í nýggju heilsumiðstøðini, ið Fuglafjarðar kommuna er farin undir at byggja.

Samgongan hevur sett sær sum mál, at avbjóðingarnar í kommunulæknaskipanini skulu loysast. Vitjanirnar í læknaviðtalunum í Fuglafjarðar læknadømi eru liður í hesum arbeiði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo