Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, kunnaði á fundi í síðstu viku borgarstjórar úr øllum landinum um gongdina í Barnaverkætlanini, sum arbeitt verður við í løtuni.

Barnaverkætlanin er eitt tvørgeiraligt samstarv millum land og kommunur, sum hevur sum endamál at laga niður forðingar, sum eru millum skipanir og seta barnið í fremstu røð, tá ið tænastur verða veittar frá ymsu pørtunum. Eisini skal tilgongdin virka fyribyrgjandi í breiðum týdningi.

Verkætlanin var sett í verk við semjuskjali, sum landsstýrisfólkini í almanna- og mentamálum, heilsumálum, løgmálum og barna- og útbúgvingarmálum saman við formansskapinum í Kommunufelagnum skrivaðu undir tann 28. mars 2023.

Síðani undirskrivingina hevur landsstýrismaðurin verið á kunningarferð í Íslandi og hitt starvsbróður sín Ásmund  Einar Daðason, sum stendur á odda fyri íslendsku tilgongdini, sum hevur verið ein fyrimynd hjá okkum.

Verkætlanin í Føroyum er nú skipað undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og í juni mánaði var eitt strategiseminar hildið í Norðurlandahúsinum, har umboð fyri stovnar og virksemisøki hittust at umrøða støðuna. Seinastu 10 árini eru yvir 30 almenn álit skrivað, sum á ymsan hátt viðgera viðurskifti hjá børnum og ungum. Farið er nú undir eini samskapandi tilgongd at finna loysnir við støði í tilmælunum og felags umrøðu av møguleikum.

- Tað er at fegnast um, at øll taka so væl ímóti Barnaverkætlanini og vilja virka saman fyri at finna felags loysnir, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo