40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og mentamálaráðið: Undir vinnuferðini í Ísrael í síðstu viku vitjaði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, á Holokaust savninum, Yad Vashem, í Jerusalem.

Undir vitjanini legði landsstýrismaðurin krans vegna Føroya landsstýrið á minnisvarðan í Vad Vashem, ið er til minnis um jødarnar, sum vóru týndir undir 2. heimsbardaga.

Vad Hashem er almenni minnisvarði yvir Holokaust í Ísrael. Vad Hashem varð sett á stovn í 1953, og navnið stavar frá Esaias 56: 5 “Teimum skal Eg í húsi Mínum og innan fyri múrar Mínar geva minni og navn (Yad Vashem), sum er betri enn synir og døtur - Eg skal geva teimum ævigt navn, sum ikki skal verða útstrikað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo