Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-038/2022 frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni, um skerjingar á Sernámi.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørja heimild hevur Sernám til sjálvt at minka um virksemið innan dagstovnaøkið?

2. Er landsstýrismaðurin kunnaður um og/ella hevur góðtikið ætlaðu tillagingarnar í virkseminum frá nú og til juni 2023?

3. Veit landsstýrismaðurin at siga, hvør orsøkin er til, at starvsfólkatrotið er so stórt á Sernámi?

4. Hvussu stóra játtan hevur Sernám fingið til at reka sítt virksemi, tíðarskeiðið 2019-2022 og hvussu stóra játtan er ætlanin at veita stovninum í 2023?

5. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í sambandi við at tryggja neyðugu fortreytirnar hjá Sernámi at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað?

Svar
Til 1
: Tillagingin í virkseminum hjá Sernámi eru framdar av stjóranum innan fyri leiðslurættinum, við tilvísing til støðuni sum stovnurin er í, vegna mangul upp á starvsfólk.

Til 2: Avgerðin at skerja virksemi á dagstovnaøkinum er ikki kjølfest politiskt. Landsstýrismaðurin var ikki kunnaður, og hevur tí ikki góðtikið ætlaðu tillagingarnar av virkseminum hjá Sernámi. Uttanríkis- og mentamálaráðið varð kunnað um tillagingina í telduposti tann 31. august 2022, altso eftir at avgerðin var tikin og send út sum teldupostur til dagstovnar og dagrøktir í Føroyum.

Til 3: Sambært stjóranum á Sernámi er trupult at fáa sett starvsfólk til fyribilssetanir, eitt nú fyri starvsfólk í farloyvi ella barsilsfarloyvi. Harumframt hevur talið av umsøkjarum sum heild verið lækkandi seinastu árini, í samsvari við, at fleiri størv til eitt nú sálarfrøðingar eru komin innan aðrar geirar.

Til 4: Játtanin til Sernám:

ár játtan tús. kr.
2019 19.950
2020 20.740
2021 21.355
2022 22.133
2023 23.095

Til 5: Landsstýrismaðurin hevur sett í verk eina tilgongd at betra um sernámsfrøðiligu tænastuna, fyri at tryggja, at børn og ung í Føroyum á besta hátt fáa ta hjálp teimum tørvar.

Í fyrsta umfari verður hugt eftir, hvussu sernámsfrøðiligu tænasturnar eru settar saman á fólkaskúlaøkinum. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin tikið stig til m.a. at gera eina kvantitativa spurnaðarkanning. Endamálið við hesum arbeiði er at kanna og lýsa núverandi skipan av arbeiðinum, tænastum og arbeiðsmannagongdum á serøkinum, umframt at tryggja rætta raðfesting á økinum.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo