Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsgrannskoðanin: Tá ið Landsgrannskoðanin hevur grannskoðað roknskap hjá stovni ella fyriskipan, letur Landsgrannskoðanin stovnsleiðsluni fyribilsfrágreiðing, har hon fær høvi at koma við viðmerkingum til frágreiðingina. Tað er fyri at tryggja, at ongar misskiljingar eru, at tey skriv, sum verða send landsstýrismanninum, eru so røtt sum gjørligt, og at allir partar fáa høvi at lýsa síni sjónarmið.

Í fleiri førum gongur long tíð, áðrenn stovnsleiðslur svara okkara frágreiðingum, og tað seinkar okkara arbeiði.

Sambært § 12 í grannskoðanarlógini skal Landsgrannskoðanin lata avvarðandi landsstýrismanni skrivliga fráboðan um úrslitið av grannskoðanini, og verður landsstýrismaðurin biðin um viðmerkingar og fráboðanir um tiltøk og ætlanir, ið frágreiðingin hevur elvt til. Í § 20 í lógini er ásett, at øll skriv og viðmerkingar viðvíkjandi grannskoðan og gjøgnumgongd av roknskapum skulu svarast innan 6 vikur, um longri freist ikki verður ásett.

Áðrenn 1. september skal Landsgrannskoðanin hava latið løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um grannskoðanina, og tá skulu viðmerkingar og fráboðanir frá landsstýrismonnunum verða við í frágreiðingini.

Ár undan ári hevur tað víst seg, at Landsgrannskoðanin, hóast áminningar, ikki fær svar frá landsstýrismonnunum upp á tær frágreiðingar, sum eru sendar teimum.

Tað, at so long tíð gongur at fáa svar, darvar arbeiðinum hjá Landsgrannskoðanini, og hevur m.a. við sær, at viðmerkingarnar frá landsstýrismanninum til frágreiðingina ikki eru fullfíggjaðar, tá ið árliga frágreiðingin um grannskoðanina verður løgd fyri løgtingsgrannskoðararnar.

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2021.

Ársfrágreiðingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo