Tórshavnar kommuna: Ætlandi verður prosjekteringin av langhylinum í Gundadali liðug í mai mánaði og verkætlanin klár at taka støðu til hjá avvarðandi nevnd og býráð.
Tá skal støða takast til útbjóðing av verkætlanini, sum ætlandi verður í juni 2020.
Ætlanin er, at avvarðandi nevndir og býráðið skulu taka støðu til arbeiðstøkusáttmála í september, og at spakin kann setast í í heyst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo