Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Langtíðarárin av verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum

Spurningar:
1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvørji langtíðarárin verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur á sjúkrahúsverkið?

2. Fyri hvønn dag, ið gongur, har sjúkrarøktarfrøðingarnir framhaldandi eru í verkfalli við verandi, lóggivnu, undantøkum, við hvussu nógvum døgum leingjast ymsu bíðilistarnir til skurðviðgerðir, útgreinað á ymsu skurðviðgerðirnar?

3. Hevur landsstýriskvinnan tryggjað sær, at lív og heilsa ikki kemur í vága orsakað av langtíðarárinum av verkfallinum?

Viðmerkingar:
Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru, umvegis undantøk, lóggivnir aftur til arbeiðis.

Undantøkini eru ætlað at tryggja, at bráðfeingis (akutt) virksemi ikki liggur lamið, so at lív og heilsa ikki er í vága. Hinvegin liggur alt annað virksemi, sum ikki er bráðfeingis (akutt), nú lamið á skjótt sættu viku. Árinini á annað virksemi av hesum eru ikki serliga sjónlig í verandi løtu, og fokus tykist als ikki vera á tann trupulleikan.

Mær vitandi verða eitt nú skurðviðgerðir, ið ikki eru akuttar, t.d. ortopediskar skurðviðgerðir, eygnaskurðviðgerðir o.a., ikki framdar í løtuni, orsakað av at sjúkrarøktarfrøðingar eru í verkfalli. Skurðviðgerðir, og aðrar viðgerðir við, verða sostatt útsettar, og bíðilistarnir leingjast.

Á Løgtingi, 9. november 2023
Erling Eidesgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo