Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Føroya Lærarafelag fult viðhald í kæruni um, at tað var ikki rætt at siga skúlaleiðaranum í Hvalvíkar skúla úr starvi, áðrenn úrslitið av fólkaatkvøðuni í Sundalagnum um skúlasamanlegging var greitt.

Í svarinum upp á kæruni sigur løgtingsins umboðsmaður soleiðis:

”Hvalvíkar skúli var áðrenn atkvøðugreiðsluna 26. januar 2016 ein sjálvstøðugur skúli í einum skúlaumdømi í Sunda kommunu við egnari leiðslu og skúlastýri. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at meiriluti var fyri, at skúlin skal varðveitast. Tað fyriliggur ikki nakað tulkingargrundarlag, sum stiðjar undir, at skúlin, sum skal varðveitast, skal vera annar enn tann sami sum frammanundan atkvøðugreiðsluni, t.e. ein sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu og skúlastýri.”

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo