Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Um fáar dagar skal tú seta kross tín við tann persón og tann flokk, sum vil sleppa at leiða landið næstu árini.

Og lyftini, hvat tey fara at gera, fáa tey atkvøðu tína, eru mong.

Men tað er eitt mál, sum lemjandi tøgn er um.

Eitt mál, sum er orsøkin til støðuna, vit eru í í dag.

Eitt mál, sum ávísir flokkar og persónar í politisku skipanini, væl stuðlaðir av fjølmiðlunum, hava strongt á at fáa ígjøgnum, men sum eingin teirra tekur upp á tunguna í valstríðnum.

Málið, um ”sammøður” skulu skrásetast í kirkjubókunum.

Loyv mær at minna teg á hetta málið
Nøkur vilja vera við, at talan er um eitt avgreiðslumál, sum er ein avleiðing av einari Løgtingssamtykt í desember.

Tað er tað ikki!

Flestu løgfrøðingar, sum hava havt málið um hendi, í og uttanfyri almennu skipanini, siga, at lógarbroyting krevst til hetta.

Onkur hendinga sigur nakað annað, og júst hesar ætlaði Sambandsflokkurin at brúka til at tvinga eina kollvetandi broyting yvir prestarnar.

Teir skulu noyðast til at arbeiða móti teirra sannføring.

Teir skulu noyðast at skráseta kvinnur sum menn í kirkjubókunum.

Tá eg noktaði at akta hesum boðum frá løgmanni, og vónaði at aðrir landsstýrismenn gjørdu tað sama, koyrdi løgmaður meg frá. Harvið misti hann eisini parlamentariska grundarlagið fyri at halda fram.

Ein lemjandi fjølmiðlatøgn
Tí undrar tað meg, at eftir trimum vikum við valstríði hevur hvørki Kringvarpið ella nakar annar miðil sett hetta á skránna.

Ikki á einum av teimum trimum sjónvarps- ella fýra útvarpsfundunum verður málið tikið upp á tungu.

Uppaftur meira undarligt er tað, tí ikki gekk ein vika áðrenn valið, at teir ikki viðgjørdu og tráspurdu um tað.

Men eitt er vist. So skjótt valið er av, byrja spurningarnir frá miðlunum aftur.

Og tá er Sambandsflokkurin, saman við andstøðuflokkunum, aftur klárur at tvinga prestar til at virka móti teirra sannføring.

Tí skal tað vera mín innilig áheitan til tykkara, sum eru góð við kirkju okkara og vilja standa saman móti hesum útlendska ráki, at tit minnast til hetta í valklivanum hósdagin.

Latið kirkjurnar fáa frið!

Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo