Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað er ikki Russland sum skal taka stigið, um friður aftur skal valda í Ukraina, segði russiski uttanríkisráðharrin seinastu 20 árini, Sergej Lavrov, á fundi við sendiharrar úr 70 londum, sum russiska uttanríkisráðið hósdagin hevði boðið á vitjan í Kreml.

Samstundis segði hann um tað sum Ukraina og flestu lond í heiminum siga vera vegin til frið í Ukraina, nevniliga at Russland tekur seg aftur, at tað "sakar onki at droyma".

Sergej Lavrov vísti á realitetin á vígvøllinum sum er, at Russland spakuliga tekur seg fram flestu støðini.

Hann segði, at tað er fyrst og fremst vesturheiminum fyri at takka, at allar tingingar um frið eru endaðar í naggatódn. 

- Um Vesturheimurin er til reiðar at taka frástøðu frá tí sum ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj kallar eina ætlan um frið, so kann hann siga sær hetta: "Tað er ikki Russland, sum skal taka fyrsta stigið".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo