Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Innsent: Tónlistakvinnan, Lea Kampmann, gevur staklagið, Telji upp í hundrað, út í dag. 

Lagið er fyrsta staklagið av komandi føroysku útgávuni hjá Leu, Seinferð. Staklagið og komandi útgávan er skrivað saman við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna. 

Lagið snýr seg um at missa, og lýsir tí ógjørligu uppgávu, at royna at flýggja undan sorgini. Óansæð hvussu nógv ein roynir, finst onki, ið kann drukna kensluna av at sakna.

Hetta er fyrstu ferð, Lea gevur út á føroyskum undir egnum navnið, og tí er hendan útgávan heilt serlig fyri hana:

Lea sigur: 

"Eg havi altíð verið bangin fyri at syngja á føroyskum, tí tað kenst so nakið og viðbrekið, at syngja á málinum, eg segði, "eg elski teg" á, fyrstu ferð. Seinastu árini havi eg funnið útav, at tað er neyðugt fyri meg at finna dirvið at syngja á mínum egna móðurmáli. Tískil er tað stórt fyri meg at kunngera, at eg gevi út fyrsta staklag mítt undir egnum navni." 

Her er leinkja til at hoyra lagið á øllum stroymingartænastum: https://orcd.co/leakampmannteljiuppihundrad

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo